17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705. Hann var biskupur í Maastricht í Hálandi. Varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Tað var hendan dagin í 1787, at amerikanska grundlógin varð undirskrivað í Philadelphia.
1923 – Amerkianksi tónleiakrin Hank Williams føddur. Hann doyði í 1953
1939 – Sovjettsamfelagið ger innrás í Pólland.
1948 – Svenski greivin og offiserurin, Folke Bernadotte, verður myrdur. Hann varð føddur í 1895.
1967 – Anne Louise Hassing, danskur sjónleikari, kend frá eitt nú Krøniken, fødd.
1978 – Camp David friðaravtalan verður undirskrivað millum Ísrael og Egyptaland










