Dagurin eitur krossmessa

3. mai. Krossmessa. Var hildin til minnis um, at keisarinnan Helena fann Kristi kross. Á krossmessu sigst tjaldrið at hava fult reiður, kavi at vera í hvørjari íðu og sólja í hvørjari veit; men teir halda, at hetta er ov tíðliga, og at meint verður við gomlu krossmessu, ið er 15. mai. Krossmessusnertur er knappligt illveður, sum kann bresta á um hetta mundið.