7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131.
Í danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri.
Knútur varð skírdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur, brúktur sum eyknevni.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Hendingar 7. januar:
1610: Astronomurin Galileo Galilei uppdagar teir fýra Jupitermánarnar, sum í dag verða nevndir galileisku mánarnir
1782: Fyrsti kommersielli bankin í Amerika letur upp – Bank of North America
1789: Fyrsta forsetavalið í USA
1894: W. K. Dickson fær patentið upp á film
1927: Fyrsta transatlantiska telefonsamrøðan millum New York og London
1977: Vaclav Havel verður handtikin í Tjekkoslovakia og settur í fongsul fyri at hava ábyrgdina av Charta 77
1999: Amerikanski forsetin Bill Clinton verður settur fyri ríkisrætt at gera av, um hann er verdur røkja forsetaembætið.
2015: Eitt yvirgangsálop varð framt í París móti tíðarritinum Charlie Hebdo. Minst 12 fólk lótu lív og minst 11 fólk vóru særd, tá ið tveir maskeraðir menn við Kalashnikov-byrsum troðkaðu seg inn í bygningin, meðan redaktiónin hevði fund, og byrjaðu at skjóta. Tveir politistar vóru millum tey dripnu. Illgerðarmenninir sluppu til rýmingar við einum bili, har ein triði persónur bíðaði. Fýra av teimum dripnu vóru kendir teknarar, ið teknaðu keiputekningar av profetinum Mohammed í 2006.
Les eisini: 12 dripin í París, yvir 20 særd
Fødd hendan dagin:
1775: Jacob Nolsøe, handilsforvaltari í Havn og bróðir Nólsoyar Páll
1953: Jenis av Rana, løgtingsmaður og lækni
1964: Nicolas Cage, amerikanskur sjónleikari.
1964: Peter Frödin, danskur sjónleikari.
1967: Peter Reichhardt, danskur sjónleikari.
1967: Nick Clegg, enskur politikari og varforsætisráðharri í Bretlandi
1985: Lewis Hamilton, enskur formel 1-koyrari.










