3. november. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivd av hesum siði.
Týskt navn, samansett av orðum, sum merkja hugur og bjartur.
Hendingar hendan dagin:
1493 Columbus finnur oynna Dominica undir aðru ferð síni og stutt eftir eisini Guadeloupe
1819 Imperiumið Eysturíki-Ungarn verður upployst.
1935 Georg 2. kongur vendir aftur til Grikkaland eftir eina fólkaatkvøðu.
1948 Harry S. Truman verður valdur til 33. foresta í USA
1957 Sovjetsamveldið sendir upp Sputning 2 við fyrsta djórinum í rúmdini: Hundinum Laika.
1970 Marxisturin SalvadorAllende tekur við sum forseti í Chile.
1978 Forsetin í Uganda, Idi Amin, bjóðar sær fram at loysa marknastríðið við grannalandið Tanzania við einum boksidysti millum forsetarnar í londunum báðum.
1985 Tveir franskir agentar verða dømdir sekir í at hava søkt skipið Rainbow Warrior hjá Greenpeace. Í hesum sambandi doyr ein myndamaður umborð. Teir fá 10 ára fongsul.
1988 Undir einum postáni í Keypmannahavn drepur Blekingegadebandin ein løgreglumann og sleppa avstað við 10 milliónum krónum.
1992 Bill Clinton vinnur forsetavalið við stórsigri á George Bush. Clinton fær 43 prosent, Bush 38 prosent og Ross Perot 19 prosent.