Dagurin eitur Hieronymus

Alexnder Flemming boðaði hendan dagin í 1928 frá, at penicilinið var uppfunnið

30. september. Hieronymus, doyði í árinum 420. Hetta er tann mikli kirkjulærarin, sum kom úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi fyrsta (366-384), sum setti hann at týða Bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska Bíbilin Vulgata, ið enn (tó eitt sindur umbøtt) verður nýtt í katólsku kirkjuni. Vugata merkir tann vanliga. Í hesi týðing hevur hann nýtt mong handrit, ið síðani eru horvin, og Vulgata er tí í mongum førum elsta verandi kelda til halgubók. Hieronymus doyði sum abbati í einum kleystri í Betlehem. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Úr rúgvuni av hendingum, ið knýta seg at hesum degi, kunnu vit nevna,

 

1733 – Prentsmiðjan hjá Berlingske Tidende stovnað

 

1791 – Gandaflytan hjá Mozart verður frumframførd í Wien.

 

1888 –Jack the Ripper drepur Liz Stride og Kate Eddowes.

 

1928 – Uppfinningin av penicilinum verður almannakunngjørd av Alexander Fleming.

 

2005 – Jyllands-Posten prentar 12 satiriskar tekningar av profetinum hjá islam, Muhammed.