19. november. Elisabet, deyð ár 1231. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabet gav seg burturav í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan hennara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu.
Navnið Elisabet er hebráiskt og merkir Guð er fullkomin.