2. september. Elisa, profeturin sum kongabøkurnar í Gamla testamenti vita at greiða frá. Í gomlum álmanakkum var navnið skrivað Eliseus, sum kemur av latínska bíbliutýðingini Vulgata.
Elisius hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Navnið merkir Gud hevur hjálpt ella Jahve er Gud mín.