Dagurin eitur Dominicus

4. august. Dominicus, deyður í 1221. Hann var úr Spaniu, og er fram um alt kendur sum maðurin, ið stovnaði eina munkaskipan, ið fekk navn hansara og skjótt kom víða um lond. Navnið dominicanes kann eisini verða týtt Harrans hundar, sum fólk róptu teir.