Dagurin eitur Broderus

6. oktober í 1992 er ímyndin upp á kreppuna í Føroyum í nítiárunum

6. oktober eitur Broderus, sum sambært Axeli Tórgarð er ókent halgimenni.

 

 

Tað var hendan dagin í 1981, at Anwar Sadat, forseti í Egyptalandi varð myrdur í einum álopi íCairo undir eini hernaðarskrúðgongu. Ein bólkur av hermonnum úr skrúðgonguni lupu á pallin við skotvápnum og hondgranatum. Saman við forsetanum doyði eisini herovastin Hafez generalur.

 

Heimsins fyrsti kvinnuligi ráðharri, danska Nina Bang, varð fødd hendan dagin í 1866. Hon var ráðharri í stórnini hjá Stauningi frá 1924-26, tá hon var kenslumálaráðharri. Tað sigst um hana, at hon helt tað ikki vera rætt, at skúlabørn í Føroyum skuldu undirvísast á donskum máli og vildi hava lógini broytta. Men løgtingið í Føroyum segði nei.

 

6. oktober er í nýggjari tíð annars kendur fyri tað meira keðiliga. Tí hesin dagur í 1992 var byrjanin til kreppuna í Føroyum í nítiárunum. Tá var hendan dagin, at kunngjørt varð, at Sjóvinnubankin var endurreistur við almennum donskum og føroyskum pengum.

 

Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri, vóru kallaðir til Danmarkar vikuskiftið frammanundan, tí Fíggjareftirlitið segði, at bankin fór á húsagang, um hann ikki varð bjargaður.

 

Sjóvnnubankin var annars stovnaður 6. oktober í 1932 og hevði hendan dagin fyrireikað 60 ára stovningarveitslu.

 

Bankin var stovnaður fyri at bøta um fíggingarmøguleikarnar í fiskivinnuni. Stigtakari var Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Bankin læt fyrstu ferð upp 15. desember 1932, við Thorstein Petersen sum stjóra. Sjóvinnubankin kom í fíggjarliga kreppu í 1951, men varð hann tó endurreistur. Kreppan í 1951 kostaði Thorstein Petersen starvið sum stjóri í bankanum.

 

Tá bankin var bjargaður 6. oktober í 1992 var tað við at Fíggingargrunnurin frá 1992 - við fígging frá Føroya Landsstýri við hjálp frá donsku stjórnin - setti nýggjan partapening í bankan.

 

11. apríl 1994 avgjørdu nevndirnar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, at bankarnir skuldu leggja saman frá 1. januar 1994 at rokna. Sjóvinnubankin varð framhaldandi partafelag, og samanlagdi bankin tók navnið hjá Føroya Banka og búmerkið hjá Sjóvinnubankanum.