Dagurin eitur Benjamin

30. august. Benjamin. Dagsins navn sipar til yngsta son Jákups við Rakul, (1. Mós. 35,18). Navnið merkir eydnusonur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Um hendan dagin kunnu vit annars siga, at tað var tann 30. august í 1645, at hollendskir innflytarar samdust um frið við indiánararnar í New Amsterdam – sum seinni fekk navnið New York.

 

Danska prinsessin og fyrrverandi grekska drotningin, Anne-Marie fyllir 67 ár í dag, meðan amerikanska sjónleikarinnan, Cameron Diaz fyllir 41.

 

Gitni amerikanski sjónleikarin, Charles Bronson, doyði hendan dagin fyri 10 árum síðani.