26. mai. Beda, deyður ár 735. Eftirtíðin gav honum navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnarligu, søguligu og málsligu bókum sínum. Líka í Føroyum hava teir tikið til Beda og lærdóm hansara.










