Dagurin eitur Amandus

150 gíslar doyðu, tá servandar russiskar deildir herjaðu eitt sjónleikarhús í Moskva at fría gíslar

26. oktober eitur Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navn, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til.

 

Navnið er av latínskum uppruna og merkir: Tann sum eigur at verða elskaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Hendingar hendan dagin: 

1863 Altjóða Reyði Krossur verður stovnaður av Henri Dunant. Kríggið í 1864 millum Eysturríki-Preyssen og Danmark árið eftir verður fyrista kríggið, har Reyði Krossur fer hjálpir.

 

1881 Kendasti skotbardagi í Wild West fer fram í Tombstone í Arizona í USA. Wyatt-brøðurnir Morganog Virgil og Doc Holliday berja Clanton-harkaliðið niður, sum í langa tíð hevði herjað í býnum.

 

1905 Við Karstad-konventiónini verður Noreg umsíður fullveldi, tá síðstu bondini til Svøríki veriða slitin. Síðani 1814 hevði Noreg havt kong og uttanríkispolitikk saman við Svøríki.

 

1965 Elisabeth drotning handar The Beatles Order of the British Empire  fyri stóra lut teirra í enskum útflutningi.

 

1994 Ísraelski forsætisráðharrin, Yitzhak Rabin og jordanski forsætisráðharrin, Abdul- Salam al-Majali, skriva undir friðaravtalu um markið millum londini, og henda harivið 46 ára krígsstøðu.

 

2000 PlayStation 2 kemur á marknaðin.

 

2002 Hersetingin av einum sjónleikarhúsi í Moskva endar. Um 50 tjetjenskir uppreistrarmenn og 150 gíslar doyggja, tá russiskar serdeildir herja sjónleikarhúsið í Moskva, sum var hersett av uppreistrarmonnum tríggjar dagar frammanundan.

 

Fødd hendan dagin:

1873 Thorvald Stauning, danskur forsætisráðharri. Deyður í 1942.

 

1880 Knud Kristensen, danskur forsætisráðharri, deyður í 1962.

 

1916François Mitterrand, franskur forseti, deyður í 1996.

 

1925 Lars Chemnitz, fyrrverandi grønlendskur landstingsformaður. Deyður í 2006.

 

1947 Hillary Clinton, amerikanskur politikari og fyrrverandi forsetafrúa.