Dagurin eitur 11.000 moyggjar

21. oktober. 11.000 moyggjar. Halgisøgurnar siga frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navni, varð trúlovað enskum kongssyni. Tey gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílgrímsferð til Rom. Hon fer avstað, og henni fylgja 11.000 moyggjar - men hetta talið er helst skrivað skeivt fyri 11 moyggjar. Tá ið tær skulu fara til Køln, legði ein heiðin skari av Húnalondum eftir teimum, og teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna húnakonginum, fekk hon somu lagnu.

A.C. Evensen doyði hendan dagin í 1917