Demokrati
Tey átjan árini, eg dastið av tíðini starvaðist burturi í tilafturskomnum londum, varð eg við hvørt biðin at greiða frá dagliga degnum í mínum egna landi, og hóast sovorðið prát fyri tað mesta ikki var loyvt, so hevði tað verið ófólkaligt ikki at svarað teimum aftur, sum eg í áravís hevði arbeitt saman við.
Í tílíkum føri royndi eg sum frægast at greiða frá demokratisku stýrisskipanini her heima og í grannalondum okkara uttan tó at nema við tað, galdandi var í teirra egna landi.
Demokratiskir veikleikar
Orðaskiftið endaði oftast við spurninginum, um ikki onkur veikleiki lá í hesum mínum, í teirra oyrum, utopikenda fyrilestri. Eg plagdi tá at gera vart við ábyrgd hins einstaka, íð er sjálvt støðið undir tí, sum ger tað møguligt at seta demokratiska hugburðin í verk, tí uttan nevndu felags ábyrgdarkenslu saman við vanligum viti, skili og skynsemi ber illa til at brúka hesa skipan.
Dagurin dapri
? eitt klassiskt dømi
Lukkutíð fór hetta fram áðrenn minniliga 18. desember 1998, har harðrenda uppsøgnin av landsverkfrøðinginum til allar tíðir í Føroya umsitingarsøgu fer at standa sum eitt klassiskt dømi um, hvat henda kann, tó óbúgvið fólk fær vald í lívd av demokratiska hugtakinum, og sum hevði gjørt mær tað rættiliga trupult framvegis at missionera demokrati innan sama karmin, hetta hóast eg einki betur hevði haft at víst teimum á.
Uttan annars at tala fyri ella ímóti gjørdist mistakið eisini dømi um veikleika í nýggju stýrisskipanini, tí hesin tilburður hevði als ikki komið fyri í tí gamla, kollegiala stýrislagnum, har landsstýrislimir við hvørt vóru noyddir skifta orð sínámillum og tí ikki so lættliga kundu koma sær í óføri í politiskum sjálvdrátti, landi og fólki til miklan mein.
Hvør var orsøkin?
Vit, arbeiðisfelagar uppsagda mansins í 23 ár, skilja ikki, hví hetta varð gjørt, og hvørjum tað skuldi gagnað. Vit kendu hansara framúr dygdir og kendu okkum við honum undir líka góðari leiðslu sum hjá Mikkjali, sála, og tað sigur ikki lítið, hetta kanska serliga undir kreppuni, tá stóra takið var at halda samfelagshjólini malandi undir ómetaliga niðurskurðinum, bæði í peningi og fólki. Ein av dygdunum var hansara tíðarbesparandi bersøgni, og hevur onkur nevnt júst henda eginleika sum orsøk til smádreingja fornermilsi og óvita erkvisni í Tinganesi ? dreingirnir kendu jú ikki mannin. Men annars veit eingin meira enn úr fjølmiðlunum um hetta duldarmál at siga. Jú ? okkurt orakulsvar kom frá tingsins røðarapalli, sum eingin skilti og eingin dugdi útleggja, og hatta við samanlegging endaði jú, sum tað endaði, ófyrireikað sum tað var ? spell kanska, tí ferjurnar eru, sum kunnugt, í roynd og veru partar av landsvegakervinum.
Føroya landi gjørdist hendingin í hvussu er av sonnum dýr, hetta ikki bara í beinleiðis uppsagnar-plástrið á sárið; men mest í mistum fyrsta flokks føroyskum førleika, vunnin í fíggjarliga ógvisligastu fjórðingsøld í Føroya søgu.
Eg haldi, Føroya fólk, nú ár er liðið, frá okkara fólkavaldu eigur at fáa fullfíggjaða, fólkaliga frágreiðing og ikki somu niðurgerð av viti veljarans sum seinast.
Funnin fressur
Men sum svar uppá fyrispurningin frá framtakshugaðu starvsfeløgum mínum úti í heimi um demokratiskan veikleika, hevði henda fyri land og fólk syrgiliga og óhepna hending sanniliga verið funnin fressur.
Farið er farið ? ella ?
Nú heldur onkur, at farið er farið, og at tað einkið nyttar at blíva við at grenja upp í saman, eins og Arnstein og Signar báðir ? leggja summi afturat ? men hvat annað kunnu teir gera?
Skeivleiki batnar ikki við aldrinum og kann bert bøtast um við at rættast, og rættast kann hann ikki, um hann verður gloymdur; men gloymdur skal hann so ikki verða.
Væl er landsverkfrøðingurin kanska bert eitt sandskorn, sæð í rúmdarinnar máti; men tað er tíverri eingin loyna, at hetta ikki er eindømi í okkara egna lítla undirlutakenda umsitingardunnuhyli, sum annars varð ætlaður at gerast Føroya framtíð við teim stóru hugarenslunum og alheims visiónum. Ja, eg me-e-e-i-ni tað !
Nei ? eg spyrji bara !
Tað ringasta við Arnsteini er, at alt hann hevur víst á um hálv og heil ósannindi, lodrættar lygnir og onnur forborgin fyribrygdi ? tað eg havi eftirkannað ? fyri mær at síggja, tíverri sær út til at vera tann rami, óhugnaligi veruleiki. Annars hevði maðurin eisini væl sagtans fyri langt síðan sitið handan rimar fyri ærumeiðing. Verður hetta gongdin ? Verður hetta Føroya fullveldis framtíð ? Nei, eg spyrji bara ? og mong við mær, havi eg frætt.
Eitt er, at einstakur ráðharri av eini ella aðrari okkum ókendari orsøk í markeringshýri ger seg upp og um jóltíðir loypir framav og fremur eina gerð ? kanska enntá lógliga ? sum hann vónandi hevur iðra seg um; men sum hann eftir øllum at døma er ov lítið at sær komin til at broyta.
Skakandi
Annað og mest skakandi er, at allir Føroya ráðharrar og allir teirra tingmenn uttan minsta fyrilit bara fylgja, sum fyri er slóðað og tískil ofra samgonguni egnu sál og samvitsku.
Skelkandi
Tað, sum mest skelkar meg, er, at eg farna árið ikki havi hitt ein einasta av Føroya politikarum, sum hevur sagt seg vera samsintan í nevndu gerð. Summir teirra hava enntá bæði skrivað og talað ímóti, og kann tað kanska bøta teimum um samvitsku og jólafrið; men ber orð við ongum aftanfyri gera ongar skreytir, og hvussu álitið á teimum verður manna millum inn í komandu øld, er ilt at siga og kann fyri tað gera tað sama, tí fullveldið er so í øllum føri við vitleysa jólaatburðinum í fjør í hesum umfari tíverri farið fyri bakka; men tað var kanska eisini veruliga ætlanin ?
Tiltikna nøsin ella nefsið
At semja ? sambært nefsið frá løgmanni ? ikki hevur verið um sniðálopið, er hóast alt gott at vita. Kendi danski rithøvundin, Leif Petersen, lýsti fyri stuttum sera væl eina ?nøs? í sjónvarpsbrotum úr donsku søguni: ?En politisk næse anvendes, når en politiker har båret sig sådan ad, at han står til udsmidning, men dog får lov til at blive siddende, fordi den politiske koalition ikke tåler en sådan udsmidning?!! Nakað soleiðis haldi eg, hann málbar seg, og kundi hann í okkara føri neyvan verið meira beinrakin.
Kortini sjálvstýrishugagur
Ikki tí ? um semja verður um onkra skilagóða fullveldismannagongd, ætli eg mær kortini atkvøða fyri henni, tí kunnu vit fáu tandur her á klettum ikki liva av tí ómetaliga sjóøki, okkum er litið upp í hendi ? kanska tað størsta per capita í heiminum ? so er ov illa gingið um og ov nógv farið til spillis úr okkara náttúrunar hjallum bæði á sjógvi og landi, hetta samanborið við livilíkindini hjá meginpartinum av heimsins fólki, sum lítið og einki veit sær til matnað, fyri ikki at tala um nakran av teim hentleikum, vit meta sum vanlig mannarættindi.
(partur II: Vágatunnilin) Heini Olsen