Dagurin í dag kann gerast søguligur

Barrack Obama hevur vunnið tey seinastu 11 valini, og hann ætlar sær eisini at vinna tey fýra, sum eru í dag

Dagurin í dag kann gerast avgerandi fyri, hvørt tað verður Hillary Clinton ella Barrack Obama, sum verður forsetavalevni hjá amerikonsku demokratunum í heyst. Ikki færri enn 370 valmenn eru at kappast um á dagsins uppstillingarvalum í Texas, Ohio, Vermont og Rhode Island.

 

Sunnudagin høvdu tey bæði valevnini fundir í Ohio. Meiningakanningar hava víst, at Hillary Clinton er eitt vet framman fyri Barrack Obama í Ohio, meðan tað stendur á jøvnum teirra millum í Texas. Fyri bara nøkrum fáum vikum síðani var Hillary Clinton á odda í báðum statunum, og leingi var tað líkt til, at tryggir sigrar har kundu bjarga henni uppstillingina. Men nú er alt broytt.

 

Ta seinastu tíðina hevur Barrack Obama dugað betur at savna pening til sítt valstríð, og pengarnar hevur hann brúkt til dýrar sjónvarpslýsingar og ymisk onnur átøk, sum skulu fáa fólk at velja hann.

 

Politiskir eygleiðarar í USA eru á einum máli um, at dagurin í dag kann fáa avgerandi týdning fyri uppstillingina hjá demokratunum, og teir eru samdir um, at vinnur Hillary Clinton ikki í Texas og Ohio, hevur hon smáar møguleikar fyri at gerast forsetavalevni í heyst.

 

 

D-dagur

 

Orðalagið millum tey bæði valevnini hevur verið munandi hvassari í seinastuni, men tað hóvar ikki øllum. Fleiri demokratiskir politikarar hava mælt teimum báðum til at vanda sær betur um orðini.

 

Millum teir atfinningarsomu er guvernørurin í New Mexico, Bill Richardson. Hann mælti í gjár Hillary Clinton og Barrack Obama til at binda frið heldur enn at spilla hvør annan út.

 

-4. mars er D-dagur, og aftan á tann dag skulu vit hava eitt jaligt valstríð. Hevur annað valevnið fingið væl fleiri valmenn aftan á hendan dagin, eiga demokratarnir at tilnevna viðkomandi forsetavalevni í heyst, segði Bill Richardson.

 

Undan valinum í dag hevur Barrack Obama 1.385 valmenn, og Hillary Clinton hevur 1.276. Fyri at vinna uppstillingina á landsfundinum í august skal annað teirra fáa minst 2.025 valmenn.

 

 

Óvissa í Ohio

 

Meiningakanningarnar í Ohio hava víst sera ymisk úrslit. Ein kanning sigur, at Hillary Clinton fær 47 prosent av atkvøðunum, og at Barrack Obama fær 43, men ein onnur sigur, at hon fær 56 prosent og hann 40.

 

Hillary Clinton legði lutvíst á annan bógv um vikuskiftið, tá hon valdi at gera meiri burtur úr trygdarpolitikkinum enn frammanundan. AP heldur, at hon ger tað fyri at vísa á, at hon hevur munandi drúgvari royndir á tí uttanríkispolitiska økinum enn Barrack Obama. Hon vísti á, at Barrack Obama kann ikki standa seg í einum dysti við John McCain, sum uttan iva fer at brúka sínar hernaðarligu royndir og ikki minst leiklutin sum krígsfangi.

 

Uppstillingin hjá republikanarunum tykist langt síðani avgjørd. John McCain hevur útvegað sær 1.014 av teimum 1.191 valmonnunum, sum eru neyðugir fyri at vinna uppstillingina hjá republikanarunum.