Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim (Lucas 1, 26-38). Grikska navnið Maria er tað sama sum tað hebráiska Mirjam, týdningur ókendur. Hoyrdist mýrisnípan láta í luftini á mariumessu, skuldi kavi koma og tað sama, um ross lá fyri mariumessu.
Venceslaus Ulricus Hammershaimb føddur í 1819.










