Dagur í viku hjá børnum í Vági

Fríggjadagin endaði hendingarík vika hjá skúlabørnum í Vági, og samstundis var hetta eisini ein serstakur dagur hjá børnum í barnaansingini í syðru helvt av Suðuroynni.

Skúlabørnini høvdu í farnu viku ikki vanliga skúlagongd, men heldur vóru túrar og ymiskt virksemi úti í náttúruni á skránni. Hósdagin ruddaðu skúlabørnini bygdina og fríggjadagin plantaðu skúlabørn trø Á Sandinum, ella í parkini, í Vági. Hesin dagurin byrjaði við, at gingið varð vestureftir ígjøgnum bygdina aftaná einum bili, ið spældi góðan og vælsvingandi tónleik. Og síðani plantaðu børnini trø og so sluppu tey at fáa okkurt leskandi og spæla sær á økinum.

Frítíðarskúlin í Vági skipaði fyri ítróttar- og hugnadegi vesturi á Eiðinum í Vági fyri barnaansingini í Syðru helvt av Suðuroynni. Tey hittust øll Á Sandinum og bilurin við tónleikinum, sum jú var komin hartil við skúlabørnunum, koyrdi síðani frammanfyri fylgið av børnum, 3 til 6 ára gomul, heilt vestur á Eiðið, men tónarnir ljóðaðu úr viðførisrúminum.

Á Eiðinum var ymiskt á skránni, spøl og hugni, eins og vitjan av brandbili, politibili og sjúkrabili. Ábit var eisini og endað varð við sangi og undirhaldi, m.a. við vitjan av klovni. Hesum skipaðu Niclas Heri Jákupsson og Finn Johannessen fyri.

Hetta var av sonnum øðrvísi, enn dagar flestir í skúla og barnaansing.