Dysturin millum EB/Streym og ÍF við Margáir, sum skuldi verða spældur 1. august men varð útsettur, skal spælast 28. september. Tað boðar Fótbóltssambandið frá í dag.
Tað hevur við sær, at dysturin millum ÍF og EB/Streym í Fuglafirði, sum upprunaliga skuldi spælast 30. september, er útsettur til 2. oktober, soleiðis t teir báðir dystirnir ikki liggja ov tætt hvørjum øðrum.
Men altso, útsetti dysturin millum EB/Streym og ÍF, sum skuldi vera 1. august, skal spælast 28. september.