Dagur og vika flytir

Tað vóru ikki sparingar, sum vóru orsøkin til, at eingin Dagur og Vika var á skránni í Kringvarpinum í kvøld.

Tað vóru ikki sparingar, sum vóru orsøkin til, at eingin Dagur og Vika var á skránni í Kringvarpinum í kvøld.

 

Orsøkin er, at tey eru í ferð við at flyta Dag og viku í nýtt studio í Kringvarpshúsinum í Sortudíki. Síðani sjónvarpið flutti úr Vørðsluni niðan í útvarpshúsið, hava tey sent Deg og viku úr Útvarpshøllini.

 

Á heimasíðuni hevur Kringvarpið boðað frá, at órógv verða í sambandi við, at nýggj sjónvarpsstova verður gjørd..

 

Hóskvøldið verður nýggja sjónvarpsstovan tikin í nýtslu, haðani Dagur & vika og aðrar føroyskar sendingar í framtíðini fara at verða framleiddar í Kringvarpinum.

 

– Hetta til hóskvøldið kann tískil verða óreglusemi á beinleiðis framleiðslum og í teimum tøkniligu skipanunum, sum stroyma beinleiðis á heimasíðuni, kvf.fo, sigur Kringvarpið, sum harmast teknisku umleggingarnar, ið samstundis eru neyðugar í samband við at dagføra og nútímansgera sjónvarpsstovuna, har sendingar verða framleiddar.