Dagur og Vika aftur at síggja á netinum

Útvarp Føroya hevur í longri tíð lagt tíðindasendingar sínar út á internetið, og tey bæði stóru bløðini hava eina enn longri internetsøgu. Nakað væl afturúrsiglt stevnir Sjónvarp Føroya nú endiliga aftur út á netið við sínum tíðindasendingum.

Rúnar Reistrup


- Vit hava verið nøkur ár aftanfyri, og tað er kanska eitt sindur pínligt, at vit ikki gera tað fyrr enn nú, men vit mugu bara gleðast yvir at tað nú endiliga fer at henda okkurt, sigur Øssur Winthereig, leiðari á tíðindadeildini hjá SvF um, at tað komandi viku aftur fer at bera til at síggja Dag og Viku um internetið.

Sjónvarp Føroya hevur gjørt avtalu við internettænastuna Olivant um at fáa tíðindasendingar sínar á netið. Sambært avtaluni skal link vera frá Olivant til eina síðu, har møguleiki er at síggja Dag og Viku. Hetta er ein fyribilsloysn, sum í fyrstu atløgu skal virka fram til árskiftið, tá nýggja internettænastan hjá Sjónvarpinum sjálvum eftir ætlan skal vera komin á netið.

Fyrsta tíðindasending, ið kann síggjast frá Olivant, verður eftir ætlan hon, ið send verður komandi týskvøld.


Sæð fyrr

Hetta verður tó ikki fyrstu ferð at Dagur og Vika sæst ígjøgnum internetið. Tað er eftirhondini nakað síðan, at Hans Blaasvær av sínum eintingum legði bæði Dag og Viku og tíðindasendingarnar hjá Útvarpi Føroya út á egnu heimasíðu sína.

Eftir eitt sindur av roki um upphavsrættindi, varð avtala gjørd millum Hans Blaasvær og SvF um framhaldandi at senda tíðindasendingina á netinum. Seinni yvirtók SvF tænastuna, og tá hon stutt eftir datt niðurfyri, hendi ikki meira á tí økinum.

- Vit vildu ikki brúka nakað serligt av peningi upp á internettænastuna, og vit fara framhaldandi at vera varnir við at halda útreiðslunum til internetpartin niðri. Orsøkin er, at vit mugu minnast til, at sjónvarpsgjaldið, ið hyggjarar okkara gjalda, er ætlað til sjónvarp - ikki til internet, og tískil er tað umráðandi, at okkara íløgur í internettænastur ikki hava við sær, at minni verður í part til sjónvarpstænastuna, sigur Øssur Winthereig.


Halda seg á jørðini

Sjónvarp Føroya ætlar sær tískil heldur ikki fyribils út í nakað størri projekt á netinum.

- Vit arbeiða við at fáa eina nýggja internetsíðu, ið skal vera meira umfatandi enn tann núverandi. Men ambitiónirnar eru ikki størri enn so, at vit fara at royna at fáa internettænastuna til at bera seg fíggjarliga, samstundis sum hon kann vera eitt íkast til sjónvarpssendingarnar, sigur Øssur Winthereig, leiðari á tíðindadeildini hjá Sjónvarpi Føroya.

Sum er eingin peningur ímillum Olivant og Sjónvarp Føroya. Olivant hevur veitt ta teknisku loysnina og fær harafturfyri einasta linkið til tíðindasendingarnar.

Tað merkir, at øll, ið vilja síggja Dag og Viku á netinum, fyrst mugu framvið portalinum hjá Olivant, og tað verður so í fyrstu atløgu tann lønin, ið internettænastan hjá Føroya Tele fær fyri stríðið.