Dagur & Vika fer í søguna

Í einum uppskoti frá kringvarpsstýrinum til Mentamálaráðið verður skotið upp, at stórar sparingar verða framdar í sjónvarpinum sum millum annað merkir, at Dagur & Vika í verandi líki fer í søguna.

Tað segði Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum við útvarpið hjá Kringvarpinum á miðdegi.

- Talan verður í staðin um longri og djúpari sendingar, líknandi teimum, sum vórðu sendar í summar, men tó bert tvær ferðir um vikuna, segði Rúni Heinesen.

Skerjingarnar fara eisini at ganga út yvir mentanina. Í staðin fyri at senda mentanarsendingar hvørja viku, verður eftir 1. januar bert sent aðru hvørja viku.

- Í staðin fyri at hava 60 milliónir krónur at arbeiða við, fara vit bert at hava 54 milliónir um árið. Aktiviteturin má tí tillagast til hesa upphædd og tað merkir, at vit ikki hava møguleika at halda verandi Public Service sáttmála, segði Rúni Heinesen við útvarpið.

Hann ætlar tí at samráðast av nýggjum við Mentamálaráðið um ein broyttan Public Service sáttmála, sum svarar til tær inntøkur, sum Kringvarpið hevur.

Hóast skerdar sendingar og skerd tilboð til serliga hyggjaran, so er eingin ætlan um at lækka kringvarpsgjaldið.