Dagur 31: Kane og Lukaku spæla um gullskógvin

Í dag verður útskeldaða bronsufinalan í HM-endaspælinum í Russlandi

Í dag klokkan 15 verður bronsufinalan í HM-endaspælinum í Russlandi millum Ongland og Belgia. Tað er eisini dysturin um gullskógvin, sum toppskjúttin í HM-endaspælinum fær.

 

Harry Kane úr Onglandi hevur skotið seks mál, sum er tvey fleiri enn Romelu Lukaku úr Belgia. Cristiano Ronaldo (Portugal) og Denis Cheryshev (Russland) hava eisini skotið fýra mál, men eru úti av kappingini.

 

Hartil er mest skorandi spælararnir, sum skulu spæla HM-finaluna í morgin, Antoine Griezmann og Kylian Mbappé úr Fraklandi, men teir hava bara skotið trý mál. Tí verður mett, at dysturin í dag verður avgerandi fyri hvør verður toppskjútti.

 

Finalan um triðja plássið fær misjavna móttøku millum fólk, tí summi halda hon óneyðugt, tí ongin ynskir at spæla eina “taparafinalu”. Onnur halda, at tað er bara HM fjórða hvørt ár og tað at vinna eitt heiðursmerki, er so mikið stórt, at dysturin berir sína vekt.

 

Bronsufinalan:

Belgia – Ongland (Leygardagin klokkan 15)

Leikvøllur: Sankt Petersborg leikvøllinum

Dómari: Alireza Faghani, Iran

Sjónvarp: TV2

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Belgia vinnur: 2.3

Javnleikur: 3.84

Ongland vinnur: 3.25

 

Møguligar uppstillingar:

Belgia (4-3-3): Courtois - Meunier, Alderweireld, Kompany, Vertonghen - Witsel, Fellaini, Dembélé - De Bruyne, Lukaku, Hazard

Ongland (3-5-2): Pickford - Walker, Stones, Maguire - Young, Alli, Henderson, Lingard, Rose - Sterling, Kane