Í dag eru fýra dystir í HM-endaspælinum í Russlandi. Talan er um bólkafinalurnar í bólki C og D, har millum annað Danmark og Ísland eru. Klokkan 15 eru dystirnir í bólki C, har Danmark enn ikki hevur tryggjað sær víðari luttøku undan dystinum móti Fraklandi, meðan Avstralia við sigri á Peru kann spæla seg víðari.
Klokkan 19 verða so bólkafinalurnar í bólki D, har Ísland er koyst til at vinna á Kroatia, um liðið skal hava nakran møguleika at koma víðari. Hóast kreppu í argentinsku leguni, so er liðið bara ein stórsigur frá at koma víðari úr bólkinum.
Bólkur C:
Avstralia – Peru (Kl 15)
Leikvøllur: Fisjt Stadion, Sotji
Dómari: Sergei Karasev, Russland
Sjónvarp: DR3
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Avstralia vinnur: 3
Javnleikur: 3.6
Peru vinnur: 2.55
Møguligar uppstillingar:
Avstralia (4-2-3-1): Ryan - Risdon, Sainsbury, Milligan, Behich - Jedinak, Mooy - Leckie, Rogic, Kruse - Juric
Peru (4-2-3-1): Gallese - Advincula, Ramos, Rodriguez, Trauco - Aquino, Yotun - Carrillo, Cueva, Flores – Guerrero
Danmark – Frakland (Kl 15)
Leikvøllur: Luzhniki Stadium, Moskva
Dómari: Sandro Ricci, Brasil
Sjónvarp: DR3
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Danmark vinnur: 3
Javnleikur: 3.6
Frakland vinnur: 2.55
Møguligar uppstillingar:
Danmark (4-2-3-1): Schmeichel - Dalsgaard, Kjær, Christensen, Stryger Larsen - Delaney, Schöne - Braithwaite, Eriksen, Sisto – Jørgensen
* Yussuf Poulsen hevur leikbann
Frakland (4-2-3-1): Mandanda - Sidibe, Varane, Kimpembe, Hernandez - Kanté, Nzonzi - Dembele, Griezmann, Lemar – Giroud
Støðan í bólki C:
1. Frakland 6 (Stig)
2. Danmark 4
3. Avstralia 1
4. Peru
*Danmark er víðari um teir fáa eitt stig, ella Avstralia ikki vinnur. Vinnur Avstralia við meiri enn einum málið, so er Avstralia víðari. Vinnur Avstralia við einum máli og Danmark tapur við einum máli, so er avgerandi hvør hevur skorað flest mál. Um tað stendur á púra jøvnum – liðini spældu 1-1 – kemur tað liðið við færri kortum víðari.
Bólkur D:
Nigeria - Argentina (Kl 19)
Leikvøllur: Saint-Petersburg Stadium.
Dómari: Cüneyt Çakir, Turkaland
Sjónvarp: DR1
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Nigeria vinnur: 6.5
Javnleikur: 4.75
Argentina vinnur: 1.6
Møguligar uppstillingar:
Nigeria (3-5-2): Uzoho – Balogun, Ekong, Omeruo – Moses, Ndidi, Mikel, Etebo, Idowu – Musa, Iheanacho
Argentina (4-2-3-1): Caballero – Salvio, Otamendi, Rojo, Tagliafico – Mascherano, Biglia – Dybala, Messi, Di Maria – Aguero.
Ísland - Kroatia (Kl 19)
Leikvøllur: Rostov Arena
Dómari: Antonio Mateu Lahoz, Spania
Sjónvarp: DR1
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Ísland vinnur: 4.33
Javnleikur: 3.8
Kroatia vinnur: 2.14
Møguligar uppstillingar:
Island (4-4-2): Halldorsson - Sævarsson, Arnason, Sigurdsson, Magnusson - Gislason, Gunarsson, Sigurdsson, Bjarnason - Bödvarsson, Finnbogason
Kroatien (4-2-3-1): Subasic - Vrslajko, Lovren, Vida, Strinic - Rakitic, Kovacic - Rebic, Modric, Perisic – Mandzukic
* Marcelo Brozovic hevur leikbann
Støðan í bólki D:
1. Kroatia 6 (Stig)
2. Nigeria 3
3. Ísland 1
4. Argentina 1
*Ísland skal vinna á Kroatia, meðan Nigeria ikki vinnur á Argentina, fyri at koma víðari. Hartil kann Argentina koma víðari, um liðið vinnur við einum máli fleiri enn Ísland vinnur á Kroatia.










