Tað kom sum ein hvøkkur, tá tað frættist í fjølmiðlunum at dagtilhaldini ikki longur skulu fáa rúm á fíggjarlógini. Eingin fráboðan til brúkararnar. Eingin fráboðan til leiðararnar. Eingin fráboðan til tey sum vara av hesum borgaratilboði, í flestum førum, kommunurnar.
Játtanin til umsorganararbeiði fer til ymisk endamál, og eitt av teimum, er stuðul til dagtilhald til pensionistar. Mattænasta er eitt annað, sum ógvuliga natúrligt kundi verið partur heimarøktini, og er tað í veruleikanum. Tí átti mattænastan at verið skipað har hon er, í heimarøktini og ikki sum partur av umsorganarjáttanini. Dagtilhaldini eru sjálvstøðugir stovnar, hvørs innihald er, at fyribyrgja og møta trupulleikum hjá eldri fólkum í góðari tíð, og harvið at leingja um tíðini í egnum heimi. Og hendan skipanin virkar framúr væl.
Vit eru fleiri, sum seinnu árini hava stríðst fyri at ment og varðveitt dagtilhaldini í Føroyum. Hóast ágangurin mangan hevur verið harður, so hava vit í felag higartil hildið tørn. Skal tí eisini her nýta høvið at takka serliga Anfinni Kallsberg, Karsteni Hansen, Kára P. Højgaard og Vilhelmi Johannesen fyri teirra arbeiði fyri júst hesum lítla, men viðkvæma øki. Kennist eitt sindur løgið, nú ein ikki røkkur eftir fíggjarlógini, og ikki fær vart hesa skipan, tí hon eigur sín góða lut í samfelagnum.
Nú havi eg sum borgarstjóri gleðina av at hitta meginpartin av teimum, sum vitja í “Hugnanum” á Sandi, og tað er sjón fyri søgn, at dugdu vit yngru eins væl og tey, at tikið ímóti lívsins viðgongd og mótgongd, so høvdu vit góða sigling um lívsins hav. Fróðari og vónríkari fólk finst ikki, hóast alt ikki gongur við, allar dagar.
Tað skal tí vera mín vón og áheitan til nýggja almannamálaráðharran, Rósu Samuelsen, um ikki at byrja sína lívsleið sum landsstýriskvinna, við at burturbeina dagtilhaldini í landinum. Er ætlanin hinvegin at leggja økið út til kommunurnar, so eigur hon, sum hon so ofta hevur ført fram í Kommunufelagnum, at syrgja fyri at játtanin fylgir við. Alt annað er at svíkja bæði kommunurnar og pensionistarnar.