Dagsverk Palestina

Føroyskir studentar arbeiða fyri Palestina. Komandi mikudag fara næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum at taka ein dag frí frá skúlanum og fara ístaðin at arbeiða til frama fyri Palestina

Hevur tú tørv á einum fólki, sum kann fara og lúka í urtagarði tínum ein seinnapart, vaska tær bilin ella á annan hátt ganga tær til handa, so møguleikin til staðar nú.

Mikudagin 11. November bjóða næmingar í studentaskúlanum í Hoydølum seg fram sum bíliga arbeiðsmegi, ið bæði fyritøkur, stovnar og privatfólk kunnu ogna sær
fyri ein dag.


Føroyski ungdómurin alt ov dovin

Herfyri vóru tvær ungar danskar gentur í Føroyum og millum annað í Hoydølum greiddu tær frá "Operation Dagsværk". Nakrar gentur í Hoydølum fingu áhuga fyri hesum, og tær settu sær fyri at skipa fyri einum dagsverksdegi í Føroyum eisini.

Í farnu viku hitti Yngd fimm av gentunum í einum lítlum og roykfyltum rúmi á aðru hædd í einum av teimum gulu bygningunum í Hoydølum, og vit spurdu tær, hvussu tað ber til, at tær fóru í holt við at skipa fyri tiltakinum, og hvat tiltakið í veruleikanum snýr seg um.

Tað er serliga ein av gentunum, sum førir orðið, Elisabeth nevnist hon, og hon sigur, at ein av høvuðsorsøkunum , til at hon fór í gongd við at fyrireika tiltakið, var at provokera ung í Føroyum. Hon heldur, at ung í Føroyum er alt ov "dovin". Sum hon sigur, so "hava vit bæði tíð og orku til yvirs, men vit leggja alt ov lítið í, hvussu tað gongur í umheiminum".

Høvuðsorsøkin er tó, at tær ungu genturnar í Hoydølum fegnar vilja verða við til at skapa fólkinum í Palestina betri livikor, og tær eru tískil farnar undir tiltakið.

Endamálið við tiltakinum er at útvega pening, sum skal brúkast til ymisk endamál í Palestina. Millum annað er ætlanin at byggja eina miðstøð fyri "torturoffur", ein handverkaraskúli stendur eisini ovarlaga á listanum og sjálvsagt onnur ting við.

Næmingarnir í Hoydølum greiða frá, at í Palestina er stórur tørvur á handverkarum, tí at tørvurin á fólki við slíkum útbúgvingum er sera stórur. Palestinensar hava antin eina rættuliga høga útbúgving ella als onga. Eitt orðatak sigur, at gerst ein sjúkur í Palestina, so er hjálpin altíð nær, tí at har eru so nógvir læknar, men um ein skal hava skift eina takplátu, so kunnu tað ganga vikur, áðrenn tað eydnast at fáa fatur á einum handverkara.


Minst 250 krónur

Dagsverksdagurin verður skipaður soleiðis, at eingin skúlagongd verður í Hoydølum hendan dagin. Allur dagurin verður settur av til "Operation Dagsværk", og teir næmingar, sum ikki hava hug til at taka lut í tiltakinum, verða skrásettir fyri skulk.

Fyrireikingarbólkurin sigur, at leiðslan á skúlanum, umframt lærarar og starvsfólk annars, hevur víst sera stóra vælvild, sum tær eru sera takksamar fyri.

Gott og væl 500 næmingar eru á studentaskúlanum í Hoydølum, og í fyrireikingarbólkinum vóna vænta tær, at gott 400 næmingar fara at taka lut í tiltakinum. Hvør næmingur skal forvinna í minsta lagi 250 krónur, men ongantíð betur um upphæddin er størri enn tað. Ein av gentunum í fyrireikingarbólkinum, Mari Hamrá, sigur, at fleiri fara sjálvsagt at forvinna nógv meiri enn 250 krónur, og so er tað bert upp til teirra samvitsku, um tey gjalda 250 krónur ella alla lønina til sjálvt tiltakið.

Tær, sum eru við í fyrireikingarbólkinum, fara ikki sjálvar út arbeiða, tí at tær sjálvsagt skulu verða á skúlanum og samskipa tiltakið.


Hvat fara næmingarnir at gera?

Onkur, sum lesur hesi orð, hevur kanska hug at spyrja, hvat fyri arbeiði, ið næmingarnir fara at gera. Til hetta siga tær í fyrireikingarbólkinum, at alt vanligt arbeiði verður gjørt. Tað kann verða reingerð, urtagarðsarbeiði, uppruddan, máliarbeiði og so mangt annað. Eisini ber til at leiga sær ein "butlara" fyri ein dag, sum allan dagin gongur tær til handa. Sjálvsagt er summi ting, sum næmingarnir ikki fara at gera, men tey eru ikki verd at nevna á hesum síðum.

Í Danmark, har tiltakið eisini verður komandi mikudag, hava tey royndir við, at fólk hava heitt á dagsverkarar at gera bæði líkt og ólíkt, sum er púrasta burturi í vóni og viti.

Fyritøkur, stovnar og privatfólk, sum hava áhuga í at fáa fatur á einum ella fleiri dagsverkara kunnu seta seg í samband við skrivstovuna á studentaskúlanum í Hoydølum og spyrja eftir onkrum limi í dagsverksbólkinum, og so skal tað nokk fáast í lag. Skrivstovan á studentaskúlanum hevur tlf. nr. 312973 og fax nr. 318624.

Hvussu tiltakið fer at spæla av, verður spennandi at síggja, men Yngd ætlar sær so møguliga at vitja onkrar av dagsverkarunum komandi mikudag.