Í sambandi við at Dagstovnurin á Argjum fylti 20 ár tann 17. oktober, verður opið hús á stovninum fríggjadagin 24. oktober Dagstovnurin á Argjum lat upp 17. oktober 1988, men av tí at heystfrítíðin var tann 17. oktober, so verður dagurin hildin nú fríggjadagin 24. oktober.
Dagstovnurin á Argjum, sum er ein sjálvsognarstovnur, er broyttur nógv hesi 20 árini. Á stovninum ganga 74 børn í aldrinum 1 til 7 ár. Frá at vera 4 stovur við 16 børnum, eru í dag 6 stovur. 2 vøggustovur við 10 og 12 børnum, 3 barnagarðsstovur við 12 børnum í hvørju stovu og eina forskúlastovu við 17 børnum.
Í sambandi við 20 føðingardagin verður opið hús á stovninum frá kl. 15.00 til 17.00 fríggjadagin, har øll eru vælkomin.










