Dagstovnur til 80 børn í Kollafirði

Knappar 14 milliónir var samlaði tilboðsupphæddin fyri dagstovnin, sum ætlandi stendur liðugur um eitt ár

 

 

Lisitatiónin fyri nýggjum dagstovni í Kollafirði var 26. januar 2015. Tvey tilboð komu inn. Sp/f Bulur átti lægra tilboðið. Samráðingar hava tí verið við Bul. Við viðmæltum tilkeypum kr. 1.119.500, herundir at fáa til vega jarðhitaskipan til bygningin, verður samlaði totalarbeiðstøkusáttmálin 13.970.280.

 

Trivnaðarstjórin og tekniski stjórin mæltu til at gera totalarbeiðstøkusáttmála við Sp/f Bul, mentamálanevndin samtykti nú í mars at taka undir við tilmælinum og at restfíggingin verður fingin til vega av løgukarminum fyri 2016. Nevndin beindi málið í býráðið um fíggjarnevndina, sum tók undir við mentamálanevndini.

 

19 mars varð málið einmælt samtykt í býráðnum og í 16. apríl skrivaðu partarnir sáttmála, so farast kundi í gongd við arbeiðið. Í dag vórðu so fyrstu fløgini loyst av Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini, og Heðini Mortensen, borgarstjóra.

 

Pláss verður fyri 80 børnum og verkætlanin væntast at taka eitt gott ár.