Nú farsóttin, COVID-19, av álvara hevur tikið seg uppaftur í Føroyum, hevur Runavíkar kommuna viðgjørt støðuna.
– Støðan er órógvandi, og í løtuni tykist hon leikfólki soleiðis, at tamarhald ikki er á støðuni, hóast myndugleikarnir gera alt sum neyðugt er fyri at basa nýíkomnu kyknanini. Nær ein greiðari niðurstøða fyriliggur, er ilt at vita, men vit hava valt at binda um heilan fingur, so langt sum tað røkkur, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Ætlandi skuldu ansingarstovnarnir í Runavíkar kommunu lata uppaftur mánadagin í næstu viku – hin 10. august.
– Við óvissuni, sum nú valdar, eftir at farsóttin av álvara hevur tikið dik á seg aftur, er ongin orsøk til at váða møguleikan fyri, at smittan sleppur inn um ansingargrindirnar, sigur borgarstjórin.
Tí er avgerð tikin um, at stovnarnir Sellin, frítíðarstovan Varðin, Barnagarðurin á Mýrunum, Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta, Frítíðarskúlin við Stórá og Dagrøktin ikki taka sítt virki upp sum ætlað - nú mánadagin.
Ístaðin byrjar virksemið á ansingarøkinum aftur mánadagin hin 17. august 2020.
Úthurðarnar í Ráðhúsinum í Saltangará hava verið stongdar vegna summarfrí í hálva triðju viku, og sambært ætlanini skuldu tær latast uppaftur mánadagin hin 10. august.
– Hurðarnar lata nú ikki uppaftur fyrrenn mánadagin hin 17. august, kortini svarar telefonin og samskiftast kann umvegis teldupost. Flestu ørindi kunnu avgreiðast á tann hátt, men um neyðugt, undantaksvíst, má onnur loysn finnast.
Hendan er støðan fram til mánamorgunin hin 17. august 2020.
– Alt eftir hvussu gongdin í COVID-19 málinum verður fram eftir næstu vikuni, verður meiri at frætta frá Runavíkar kommunu, sigur Torbjørn Jacosen.