Dagstovnarnir ræðast hundarnar

Dagstovnarnir Látipípan og Gjáarlon í Vestmanna hava vent sær til kommununa, tí starvsfólkini tora ikki út longur við børnunum orsakað av tveimum stórum hundum, ið javnan ganga leysir

Í summar varð ein lítil hundur í Vestmanna álopin og bitin av einum stórum hundi av slagnum rottweilari. Hundurin varð so illa bitin, at hann doyði stutt eftir.
Hóast eigarin, sum hevði tveir slíkar hundar, eftir tilburðin segði, at hon skuldi syrgja fyri at hava hundarnar í kjaftbandi, er tað hent meira enn eina ferð síðan, at hundarnir hava gingið leysir við ongum kjaftbandi.
Fólk eru bangin, tí tey ræðast hundarnar, og dagstovnarnir Gjáarlon og Látipípan hava klagað til kommununa. Starvsfólkini siga, at tey ikki longur tora út við børnunum av ótta fyri at møta teimum stóru hundunum.
Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna váttar, at brøvini eru komin til kommununa, og hann skal í dag hava fund við dagstovnaleiðararnar.
- Kommunan arbeiðir við ætlanini um at seta hundafangari, og meira kann kommunan ikki gera, men ein hundafangari er eingin trygd fyri, at hundar ikki ganga leysir, sigur Karl A. Olsen.
Hendingin í summar, tá ið tann lítli hundurin varð bitin, varð meldað til løgregluna, men tað er ikki hent meira í tí málinum.
Annars letur hundalógin upp fyri, at politiið kann krevja hundar tiknar av.
Tað kann gerast, um ein hundur er tikin upp, og eigarin innan fyri trý samdøgur ikki hevur gjørt vart við seg.
Løgreglan kann eisini áleggja eigaranum av hundi, sum ger grannum ónáðir, at beina fyri hundinum, um eigarin ikki syrgir fyri at hava hundin innilæstan.
Hundur, sum áður hevur gjørt skaða, kann verða avlívaður, og grein 6 stk. 3 í hundalógini sigur, at hundur, sum loypur á, skaðar húsdjór, serliga seyð og lomb, heima og úti í haga, kann verða skotin.

Ólógligir hundar
Rottweilarar eru ólógligir í Føroyum, men teir báðir hundarnir í Vestmanna, komu til landið, áðrenn tað forboðið varð sett.
Karl A. Olsen skilir væl, at fólk ræðast hesar stórur hundarnar, sum eru so sterkir, at teir kunnu bróta seg út. Hinvegin ávarar hann móti órímiligari øsing. Tað er hent, at onnur hava meldað, tá ið tey hava møtt hundi, men so hevur tað víst seg at vera ein friðarligur hundur.