Fríggjadagin hin 3. mars høvdu dagstovnarnir hjá Sunda kommunu ráðleggingardag.
- Dagurin varð brúktur soleiðis, at øll starvsfólkini á dagstovnaøkinum vóru til fyrstuhjálparskeið.
Í Sunda kommunu siga tey, at skeiðið varð skipað sum vanligt fyrstuhjálparskeið í mun til vaksin og børn.
- Eitt fyrstuhjálparskeið skal endurnýggjast annað hvørt ár. Tí verður ein ráðleggingardagur annað hvørt ár brúktur til hetta.
Í Sunda kommunu siga tey, at starvsfólkini á dagstovnaøkinum hjá kommununi soleiðis altíð hava dagførd fyrstuhjálparskeið.