Hóast ógvusligar skerjingar á serliga tveimum málsøkjum, so varð fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu einmælt og uttan dramatikk samtykt á býráðsfundinum 28. november.
- Vit hava eitt ógvuliga væl virkandi býráð, og vit høvdu tosað so mikið væl um alt áðrenn sjálvan býráðsfundin, at har var ikki so nógv meira at tosa um. Tí varð ongin orðadráttur um fíggjarætlanina, sigur Heðin Mortensen.
Sparingar
Á rakstrinum eru tað serliga tvey málsøki, ið eru ógvusliga skerd í rakstrinum á fíggjarætlanini fyri 2014 samanborið við hana fyri í ár. Tað eru tekniska økið, har húsaumsitingin er skerd við 6,7 milliónum krónum, úr 54,6 milliónum krónum í ár í 47,9 milliónir krónur næsta ár.og málsøkið Børn og ung, har barnaansingin er skerd við 4,6 milliónum krónum, úr 132, 4 milliónum krónum í ár í 127,8 milliónir krónur næsta ár.
Heðin Mortensen sigur, at ansingarøkið hjá allari kommununi nú verður eftirhugt við umfatandi rasjonaliseringum fyri eyga.
- Barnatalið er minkandi, so talan verður um samanleggingar, har tær stóru og góðu eindirnar verða varðveittar, meðan smærri eindir verða stongdar. Hetta, og til dømis tað, at vit nú fáa forskúlar, ger, at vit kunnu spara hesar pengarnar í barnaansingini. Vit játta eisini samstundis meira enn eina millión krónur til nýggjan forskúla í skúlanum á Argjahamri, og tað vigar jú upp ímóti sparingini á dagstovnaøkinum, greiðir borgarstjórin frá.
- Eisini verður hugsað nýtt viðvíkjandi frítíðarskúlatilboðum og klubbtilboðum, har vit arbeiða við einum nýggjum konsepti við Margarinfabrikkini í miðbýnum og Klub 188 í hoyvík, sigur Heðin Mortensen.
Tó kann tað staðfestast, at sjálvir frítíðarskúlarnir samanlagt verða skerdir í rakstri næsta ár í mun til í ár.
Tí samstundis sum 350.000 krónur eyka verða játtaðar til at hava frítíðarskúlarnar opnar, tá skúlarnir eru stongdir, og 100.000 krónur eyka verða játtaðar til frítíðarskúlalíknandi tilboð og klubbatilboð, so verður frítíðarskúlanormeringin skerd við 750.000 krónum.
Færri bygningar
Stóra sparingin á húsaumsitingini, sum serliga umfatar viðlíkahald av bygningunum hjá kommununi, hongur sambært borgarstjóranum saman við, at kommunan ætlar at selja fleiri bygningar.
- Í sambandi við at vit keyptu bygningarnar hjá Bank Nordik, varð avgjørt, at vit skuldu royna at selja fleiri aðrar bygningar, sum kommunan eigur. Samlaða talið av bygningum fer tí at minka, og tørvurin á pengum til viðlíkahald minkar tí eisini, greiðir Heðin Mortensen frá.
Undir fíggjarlógarviðgerðini hava bæði tekniska nevnd og trivnaðarnevndin tó verið so ivasamar um ógvusligu lækkingina av játtanini til viðlíkahald, at tær í sínum tilmælum hava treytað sær, at lækkingin bert skal galda fyri 2014, tí talan er um serligar umstøður, og at lækkingin tí ikki skal liggja til grund fyri framskrivingum og játtanum í 2015.
Stórar verkætlanir
Í fíggjarætlanini eru 110 milliónir krónur játtaðar til íløgur. Afturat hesum koma aðrar 21,6 milliónir krónur til Tórshavnar Havn.
Nýggju íløgujáttanirnar verða innpassaðar í langtíðar íløguætlanina hjá kommununi, og her standa nú fleiri stórar verkætlanir í bíðirøð.
Rúm er bara fyri at gera íløgur fyri 80-90 milliónir krónur um árið í Tórshavnar Kommunu, so onkrar verkætlanir mugu toyggjast meira enn aðrar. Men Heðin Mortensen væntar onga ósemju um tíðarleistin.
- Verkætlanirnar, sum liggja fyrst fyri, eru brúgvin um Sandá og Musikkskúlin, sum kosta á leið 60 milliónir krónur hvør. Hesar verkætlanirnar verða so strektar yvir 2-3 ár. Tað er eisini átrokandi við einum nýggjum brenniovni á Hjalla, og hann kostar 30 milliónir krónur. Síðani standa eisini bæði langhylur og golfvøllur frammalaga, sigur hann.
Nýggjur Vesturskúli
Eisini á skúlaøkinum eru stórar verkætlanir fyri framman. Pengar eru longu settir av at fyrireika ein nýggjan, stóran Vesturskúla, sum skal koma í staðin fyri Kommunuskúlan. Vesturskúlin væntast at fara at kosta umleið 200 milliónir krónur. Umframt hetta standa Hoyvíkar Skúli, Vejingarskúlin og Eysturskúlin framman fyri umvælingum fyri 15-20 milliónir krónur hvør.
- Her eru nógvar og kostnaðarmiklar uppgávur framman fyri okkum, so tað ræður um at finna røttu raðfestingina. Sjálvandi er tað eisini so, at tað eru fleiri mátar at byggja upp á, so útreiðslurnar kunnu spjaðast yvir nøkur ár, sigur Heðin Mortensen.
Høvuðstøl fyri raksturin á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu í ár og næsta ár:
Túsund krónur 2013 2014
§ 1, kommunal fyrisiting 69.938 70.221
§ 2, Almanna- og heilsumál 49.677 54.427
§ 3, Børn og ung 138.821 134.669
§ 4, Undirvísing 36.531 37.534
§ 5, Mentan og frítíð 41.393 41.325
§ 6, Teknisk mál 115.737 109.087
§ 7, Kommunal virki 30.052 32.820
Til samans 482.149 480.083
Fíggjarætlanin javnvigar við 649 milliónum krónum. Samlaðu íløgurnar, avsettar í 2014, eru 131,6 milliónir krónur, harav tær 21,6 eru til Tórshavnar Havn.