Dagstovn til børnini í Nólsoy

Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýggjan barnagarð í Nólsoy. Arbeiðið verður liðugt í komandi ári.

Um eitt gott ár fáa børnini í Nólsoy møguleika at fara í ein dagstovn á fyrsta sinni.
Økið til henda bygningin er longu klárt, og á býráðsfundi í Havn hóskvøldið varð samtykt at fara undir henda barnagarðin sum skjótast.
Arbeiðið fer kortini at taka ta tíð, sum krevst. Men gongst sum ætlað stendur ein nýggjur barnagarður, sum eisini hevur vøggustovu og frítíðarskúla, liðugur í fyrru helvt av 2006. Kostnaðurin er mettur til 6,5 mió. kr.

42 børn
Tórshavnar kommuna hevur í sáttmálanum um samanlegging við Nólsoyar kommunu viðtikið at gera ein dagstovn í Nólsoy.
Í Nólsoy er eitt øki longu sett av til dagstovn, sum eftir ætlan skal rúma bæði vøggustovu, einum barnagarði og eini frítíðarstovu. Hetta økið er partvíst byggibúgvið.
Ætlanin er, at hesin stovnurin skal standa liðugur um eitt ár ella so.
Talið av børnum er mett til 42, av hesum verða tey 32 í vøggustovuni og barnagarðinum, og 10 teirra í frítíðarskúlanum. Barnagarðurin sjálvur verður 437 fermetrar stórur, og gevur hetta eitt fermetratal sum er áleið 10 fermetrar fyri hvørt barnið.
Samlaði kostnaðurin av hesi ætlanini er mettur til slakar 7 mió. kr. Men tá meirvirðisgjaldið er drigið frá kemur kostnaðurin niður á góðar 6,5 mió. kr.
Í sambandi við viðgerðina í býráðnum hava trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mælt til at játta 2 mió. kr. av íløgujáttanini á barnaansingarøkinum í ár, og at restupphæddin verður sett á íløguætlanina fyri 2006.
Undir viðgerðini tók mentamáladeildin undir við ætlanini, men mælti tó til at rúm skal gerast fyri fýra børnum aftrat, uttan at kostnaðurin verður broyttur.
Á fíggjarnevndarfundi í farnu viku varð avgjørt at taka undir við ætlanini, og tað sama gjørdi býráðið eisini hóskvøldið uttan atkvøðugreiðslu.