Dagsstovnurin á Hamrinum alment tikin í nýtslu

Hósdagin 4. desember bjóðaði Mentamáladeild Tórshavnar býráðs til almenna móttøku á Dagsstovninum á Hamrinum á Argjum í sambandi við at stovnurin alment varð tikin í nýtslu.

Til móttøkuna vóru børn og foreldur, teir sum høvdu bygt húsið og umboð fyri Tórshavnar Býráð.

Borgarstjórin, Jan Christiansen, beyð vegna Tórshavnar Býrað, øllum at vera vælkomin og segði frá um stovnin og eginleikarnar við stovninum.

Heðin Mortensen, formaður í Mentamáldeildini, helt eisini røðu.

Leiðarin á stovninum, Elisabeth Henriksen, segði at tey høvdu fingið sera góðar karmar at arbeiða undir - bæði innandura og ikki minst uttandura, av tí at stovnurin liggur so væl fyri uppi í haganum.

Terji Rasmussen, tónleikari, spældi og sang saman við børnunum.

Á stovninum eru fýra stovur til barnagarðs- og vøggustovubørn. 36 barnagarðsbørn, har 18 eru á hvørjari stovu, og 24 vøggustovubørn, har 12 eru á hvørjari stovu. Fyrstu børnini komu inn á stovnin 15. juni í ár, meðan almenna móttøkan hevur bíða til liðugt var uttan um húsini.

Dagstovnurin á Hamrinum er ein sera snotisligur bygningur sum J.P. Gregoriussen, arkitektur, hevur teknað, og Sp/f Búsetur hevur staðið fyri arbeiðinum.

Ætlanin við stovninum er, eisini at grannarnir og eigarafelagið á Hamrinum kunnu brúka húsið til felags tiltøk.

Á stovninum starvast átta pedagogar og sjey hjálparfólk.