Dagsskráin er gull og niðurflyting

Í grannappgerðini á Argjum kann HB seinnapartin taka avgerandi stig fram ímóti meistaraheitinum

Um vikuskiftið er 25. umfar á skránni. Fyrsti dysturin verður á Argjum klokkan 14 ídag. AB fær vitjan av HB.

Dagsskráin er heilt ymisk hjá hesum báðum høvuðsstaðarliðunum.

Hjá HB snýr tað seg um at vinna og harvið taka næstsíðsta stigið fram ímóti FM heitinum, sum HB síðst vann í 2018.

Hjá AB snýr tað seg um at vinna ársins fyrsta sigur og harvið at flyta seg longur frá aftasta plássinum og styrkja um møguleikan at varðveita plássið í bestu deildini.

Hjá AB er Ásbjørn Heðinsson leikbannaður, og Filip í Liða og Hans Jákup Annfinsson eru langtíðar skaddir. Tað er ivasamt, um Jobin Drangastein er førur fyri at spæla. Hann var fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum fyri viku síðani, tá ið AB tapti 2-0 á Skála. Tá var hann noyddur at fara av vøllinum longu eftir ein hálvan tíma.

Hjá favorittunum í HB eru René S. Joensesn og Teit Jacobsen langtíðarskaddir. Mathias Nygaard er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Mads B. Mikkelsen og Heri H. Mohr eru førir fyri at spæla.

Delphin Tshiembe er tøkur aftur eftir skaðasteðg.

AB – HB: Petur Reinert kl. 14.00.