Tá ið TB 21. apríl í 5. umfari vitjaði í Klaksvík, var úrslitið málleysur javnleikur, eftir at heimaliðið hevði verið á bóltinum nógv størsta partin av tíðini. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fór KÍ norður aftur eftir vitjan hjá TB við 6-1 sigri. Síðani hevur tað gingið upp og niður hjá klaksvíkingum, sum tvær tær seinastu ferðirnar hava vunnið fulla úrtøku.
TB hevur rættuliga knívin á barkanum, tá ið teir seinnapartin fara á vøllin í Klaksvík, har fyrsta bríkslið verður longu klokkan 16.30.
Tvøramenn eru framvegis skeivu megin niðurflytingarstrikuna, og tað kundi bent á, at broddurin í álopinum ikki verður størri, nú serbiski álopsspælarin Bojan Timic, sum hevur skorað sjey av 24 málum, er farin av landinum. Tað kann væl vera, at blaðungi Poul Ingason fer at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli.
Miðvallarin Martin Tausen er tøkur aftur eftir leikbann.
Meðan tað hjá TB snýr seg um at varðveita plássið í deildini, so er dagsskráin hjá KÍ at vinna pláss í altjóða kappingunum næsta summar. Um tað skal eydnast, so er hesin heimadysturin ein av teimum, ið skulu geva fulla úrtøku.
Hjá KÍ er verjukendi John Hammer tøkur aftur eftir leikbann tvær tær seinastu ferðirnar. Ungu menninir hava staðið seg væl seinastu ferðirnar, og tí er stór kapping um plássini.