Dagsins spælari var ikki troyttur aftaná dystin (FM1)

(FM1) Jóannes Bjartalíð var valdur til besta spælara hjá Føroyum í 0-3 tapinum móti Rumenia

##med2##

Áskoðararnir á Tórsvølli valdu Jóannes Bjartalíð at verða dagsins spælara, tá Føroyar fyrr í kvøld vóru fyri súrum 0-3 tapi móti Rumenia, har øll málini komu seinasta korterið av dystinum.

Besta føroyska royndin var tað, tá ið Jóannes Bjartalíð legði innfyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen stakk seg upp og við høvdinum sendi bóltin móti handaru síðu í málinum, men málverjin bjargaði til horna.

Í samrøðu við Trónd Arge á FM1 segði Jóannes Bjartalíð, at hóast hann spældi strævnan dyst fyri KÍ móti Víkingi týskvøldið, so kendi hann seg als ikki troyttan aftaná dystin í kvøld.

Fyri Jóannes Bjartalíð er heiðurin sum dagsins spælari ikki nógvur uggi aftaná 0-3 tapið. Hann sigur seg gjarna hava býtt steypið frá Sona um við ein sigur. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara og Lars Olsen, landsliðsvenjara. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen, Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen. 

(Samrøða: Jóannes Bjartalíð)