Dagsins maður í Silkeborg: Deiligt at vinna aftur

Í yvir tvey ár hevur Gunnar Nielsen ikki roynt at vunnið ein fótbóltsdyst, men í dag bragdaði tá Silkeborg vann 3-1 á AGF. Gunnar Nielsen var eisini kosin til dagsinsspælara av áskoðarunum.

 

- Tað var deiligt at vinna aftur. Eg havi bara spælt við landsliðnum síðani eg bleiv skaddur, so eg havi ikki roynt at vunnið í skjótt hálvttriðja ár, sigur Gunnar Nielsen við portalin í kvøld.

 

Gunnar stóð enn eina ferð væl í málinum hjá Silkeborg. Áskoðararnir vóru væl nøgdir við avrikið og valdu føroyska landsliðsmálverjan til dagsins spælara.

 

- Tað var bara skeg. Eg haldi áskoðararnir vóru serliga góðir við meg í dag, tí hetta var mín fyrsti dystur á heimavølli fyri Silkeborg. Marvin Poure skoraði tvey mál og hann kundi eins væl verið valdur, sigur Gunnar Nielsen, sum hevur fingið nýggjar sólbrillur í gávu fyri at blíva dagsins spælari.

 

Gunnar hevur nú verið í Silkeborg í eina góða viku.

 

- Allir hava tikið væl ímóti mær. Tað er ein avbjóðing at skula spæla hvørja viku aftur, sigur Gunnar Nielsen at enda.

 

Silkeborg hevur nú saman við AC Horsens, Brøndby og Sønderjyske 27 stig í botninum í Superliguni. Hini liðini hava tó betri málýrtøku og spælt ein dyst færri.