Arsenal, Chelsea, Tottenham og Manchester United er øll sett í samband við dýrar og kendar leikarar sum William, Andre Schurrle, Cheick Tiote, Hector Herrera og Edinson Cavani.
Flytingargluggin letur aftur 31. august, so Premier League feløgini hava bara til fríggjadagin í komandi viku til at keypa inn. Bretsku bløðini eru eisini á tremur av søgum um leikarar, ið skulu skifta felag.
Arsenal sigst hava eyguni eftir Newcastle miðvallarinum, Cheick Tiote. Arsenal seldi í vikuni Alex Song til Barcelona fyri áleið 150 milliónir krónur. Tað eru hesar milliónirnar, ið skulu nýtast til at keypa ein avloysara, sum kundi verið Cheik Tiote. Ein annar møguleiki er Nuri Sahin, sum til dagligt spælir við Real Maddrid.
Dailymail skrivar, at Tottenham er í holt við at keypa William frá ukreinska felagnum Shakhtar Donetsk. William hevur fleiri ferðir verið at sæð í Champions League kappingini, har hann hevur gjørt tað gott. Prísurin liggur um 200 milliónir krónur.
Dailymail setur eisini brasilska framherjan, Leandro Damia, í samnband við Tottenham. Hetta verður mett, at verða minni sannlíkt nú Emmanuel Adebayor endaliga er keyptur frá Manchester City.
Chelsea hevur styrkt seg við millum annað Eden Hazard, Oscar og Marko Marin, men London felagið er ikki komið á mál við innkeypum enn sambært The Sun og Daily Star. Bløðini seta Chelsea í samband við Edinson Cavani og Andre Schurrle, sum spæla í ávíkavist Napoli og Bayer Leverkusen.
Manchester United keypti í gjár Alexander Butter frá Vitesse Arnhem úr Hollandi fyri áleið 40 milliónir krónur. Sir Alex Ferguson skal somuleiðis vilja hava Hector Herrera úr Meksiko. Onnur feløg, sum skulu hava víst honum áhuga er Liverpool. Prísurin liggur um 100 milliónir krónur, skrivar Dailymail.
Liverpool hevur sambært Daily Express ongar ætlanir um at gera brúk av Andy Carroll í ár. Alíkavæl vil felagið ikki selja hann fyri undirprís og tí kann hann koma at sita nógv á bonkinum í ár. Daily Telegraph sigur somuleiðis, at Newcastle ikki er sinnað at bjóða meiri enn tær 120 milliónir krónur, sum felagið bjóðaði upp á fyrrverandi Newcastle framherjan fyrr í summar.
Manchester City vilja framvegis hava hendurnar á Daniel De Rossi. Roma miðvallarin hevur annars staðfest, at hann ikki vil úr Roma.
Queens Park Rangers tapti í fyrsta umfarinum í Premeir League heili 5-0. Nú vil Mark Hughes, venjari, styrkja um verjupart. Michael Dawson er keyptur úr Tottenaham, umframt at felagið er komið ásamt við Real Madrid um at leiga Ricardo Carvalho. Her eru perónligu viðurskiftini ikki komin upp á pláss enn, skrivar BBC.
Mynd: (Andy Hooper) Edinson Cavani í dysti móti Chelsea í Champions League dysti í fjør.