Dagsins jólalag: Jens Marni

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Hesin sangurin er spildur nýggjur, ella tað vil siga, hann er útgivin í ár. Jens Marni Hansen hevur skrivað lagið og syngur, Páll Isholm hevur skrivað yrkingina.

 

Hans Poulsen hevur gjørt jóðupptøkurnar.

 

Sasho Bjartsson hevur lagt sjónbandalagið til rættis, filmað og sett saman, og tað er Fríði Patursson, sum hevur leiklutin í sjónbandalagnum.

 

Barnarøddirnar eigur Barnakórið í Nebo, stjórnað av Klaru í Túni Jakobsen og Sannu í Túni Nielsen.

 

Kórið varð tikið upp í Nebo á Toftum av Hans Poulsen og Jóhan Andriasi Hansen.

 

 

Jólasangkalendarin:

19. desembur – Í Betlehem, í Dávids stað – Margit Justinussen 

18. desembur – Heilaga nátt – Eivør og Eystankórið

17. desembur – Føgur er foldin – Álvur F. Christiansen og Judith B. Royðutoft 

16. desembur – Myrkablátt – Greta Svabo Bech 

15. desembur – Kennir tú hesa tíð – Beinir

14. desembur – Eg róu upp sá http://www.in.fo/news-detail/dagsins-jolalag-eg-rosu-upp-sa-naela/næla – Vágs manskór

13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen

12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni

11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen

10. desembur – Eg eri jólamaðurin – Vestmenn 

9. desembur – Góði jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum

8. desembur – Mary did you know – Victoria á Lakjuni

7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen

6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris

5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex

4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur

3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.

2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos

1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen