Familjan Jansen eru og ferðast saman við vinkonuni Barbaru Rubek Nielsen. Barbara hevur føroyska mammu, men hon er uppvaksin í Danmark. Hon tosar danskt men skilir føroyskt. Hon hevur nú tikið vinfólkini Theis Jansen, Mette Jansen og lítla sonin hjá teimum Emil Jansen við til Føroya.
Barbara hevur verið tríggjar ferðir í Føroyum, meðan tað fyrstu ferð hjá Jansen familjuni.
Hvar eru tit frá?
Vit eru danskarar og búgva í Nørrebro í Keypmannahavn.
Ferðast tit nógv?
Ja, eitt sindur. Vit ferðast um summarið og um veturin og ofta enn meira enn tað eisini. Vit hava verið í Teilandi, USA, Kina og aðrar staðir. Vit fara har, sum vit kunnu uppliva náttúruna, tí at eg tími ikki at liggja á strondum, sigur Theis. Her í Føroyum er náttúran framúr, og tað er stuttligt at uppliva nakað annað enn tað flata landslagið, vit eru von við í Danmark.
Hvussu er í Nørrebro? Er tað nakað, sum tit saknað í Føroyum í mun til Nørrebro?
Tað haldi eg ikki. Vit komu upp her fyri at uppliva nakað øðrvísi, og tað haldi eg eisini, at vit hava gjørt, sigur Mette. Um eg skal nevna nakað, so er tað kanska internet samband. Vit búgva í einum húsum á Toftum, og har er einki internet samband, sigur Barbara.
Hvat vóna tit at fáa burturúr tíðini í Føroyum?
Vit hava upplivað nógv. Millum annað tók tað okkum 10 tímar at lenda orsakað av mjørka. Vit hava bara møtt vinarligum fólki, og tað hevur verið ótrúliga jaligt. Tú mást endiliga skriva, at føroyingar eru ótrúliga hjálpsamir, sigur Mette. Um vit eru vilst, so skulu vit bara síggja eitt sindur spyrjandi út, og so kemur onkur yvir og spyr, um vit hava brúk fyri hjálp, siga tey øll við einum smíli.
Eg vóni, at eg sleppa at klatra og kava. Eg fari altíð eftir náttúru-upplivingum, og tað hevði verið sera spennandi, sigur Theis.
Hava tit fylgt við HM?
Nei, men vit sóu endan av finaluni. Tað var sera spennandi. Spell at Zidane skuldi gera hatta. Tað var ein sera keðiligur máti at enda sína yrkisleið sum fótbóltsspælari við einum reyðum korti, heldur Barbara.









