Dagrøktari í 25 ár

Í sambandi við, at Anna Danielsen hevur starvast sum dagrøktari hjá Klaksvíkar kommunu í 25 ár, varð mikukvøldið 23. august skipað fyri hátíðarløtu í spælistovuni hjá dagrøktarskipanini, skrivar Klaksvíkar kommuna.

 

Sanna Brandal, virkandi dagrøktarleiðari bar fram ein heilsan til Annu og handaði henni gávubræv og eitt blómutyssi frá kommununi.

 

Anna Danielsen hevur starvast í tveimum umførum sum dagrøktari, tað fyrra skeiðið var frá 1986-1992, og tað seinna frá 1997-2017. Fyrst í 90’unum vóru tíðrnar ikki so góðar, tá vóru fá børn vóru í dagrøktarskipanini, og tí boðaði hon dagrøktarleiðarinum frá, at hon ynskti at halda ein steðg sum dagrøktari. Seinni í 90’unum gjørdust tíðirnar betri og stórur tørvur gjørdist á dagrøktarum. Tá vendi Anna Danielsen sær aftur til dagrøktarskipanina og meldaði seg kláran aftur, hetta var í 1997, greiðir heimasíðan hjá kommununi frá.

 

Nógv er broytt, hesa tíðina Anna Danielsen hevur verið dagrøktari. Fyrstu árini vóru børnini í aldrinum 0-7 ár. Tá skuldu dagrøktaranir gera døgurða til børnini og sjálvir fara oman á kommununa eftir blæðum til børnini. Í dag eru børnini í dagrøktarskipanini í aldrinum 0-3 ár, og tey hava blæður og matpakka við, tá tey koma í dagrøkt.

 

Anna Danielsen er umsorganarfull, arbeiðssom, álítandi og hevur eitt lætt lyndi. Við hesum eginleikunum megnar hon á sín serstaka hátt at fáa dagrøktarbørnini at fella til, trívast og mennast, samstundis sum foreldrini kenna seg trygg og samstarvið teirra millum gongst væl.

 

Anna Danielsen hevur hesi 25 árini havt umleið 70 børn í dagrøkt. Til stuttleika kann nevnast, at hetta talið svarar til ein miðalstóran dagstovn.