Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð, heldur so avgjørt, at eitt dagrøktarpláss er eitt javnbjóðis tilboð við stovnspláss. Hon vísir á dygdir, sum fáast í dagrøkt, sum ikki kunnu fáast á einum stovni.
? Har er trygt, og tað er tann eini og sami persónurin, sum er um børnini hvønn dag. Og tað eru bert fýra børn, og tað ger, at dagrøktarmamman hevur góða tíð til øll børnini. Og hartil eru børnini í einum heimligum umhvørvi allan dagin, meðan foreldrini eru til arbeiðis, sigur hon. Eisini lærir barnið nakrar heimligar rutinur, og tey gerast ein partur av tí familjuni, meðan tey eru har í dagrøkt.
? Í Klaksvík hava vit gjørt nógv við dagrøktina og at syrgja fyri, at hon er so góð sum møguligt. Eisini er eftirlit og tær fáa stuðul til at gera teirra arbeiðið og ráðgeving, um tað er neyðugt, greiðir hon frá.
Eyðgunn heldur eisini, at nú tað er so stórur tørvur á námsfrøðingum, at ein uppskúling av dagrøktarum hevði verið eitt gott hugskot.
? Læraraskúlin tekur bert ein námsfrøðinga-flokk inn um árið, og tað nøktar als ikki tann stóra tørvin sum er. So hvat við at havt eitt hvørt fyri dagrøktarunum. Nakað sum er til teirra og ikki til stovn, sigur Eyðgunn.
Í Klaksvík er nærum ein triðingur av børnunum, sum eru í ansing, í dagrøkt, og Eyðgunn sigur, at flestu foreldrini eru sera vælnøgd.
? Vit halda, at tað er ein avbera góð tænasta, sum vit veita okkara borgarum, og tað er sanniliga ikki bara tí, at tað er bíligari, sum tað so ofta verður ført fram. Vit meta somuleiðis, at dagrøkt er góð fyri barnið, serliga tey fyrstu árini, sigur hon og vísir aftur til dygdirnar, sum hon tosaði um.
Tað finnast ongi tøl yvir, hvussu mong foreldur í Klaksvík eru nøgd ella hvussu vælnøgd tey eru, men Eyðgunn vísir á, at ein kanning er gjørd niðri, har níggju út av tíggju foreldrum siga seg vera avbera fegin um teirra dagrøktara. Ein danskur granskari hevur sagt í eini grein, at tað er ein vissur pedagogikkur innan dagrøktina, um ikki á sama hátt sum á stovni.
Bíðilistin vekk við árslok
Sum er er bíðitíðin til at fáa eitt barn í ansing í Klaksvík umleið eitt ár, men arbeitt verður hart ímóti at fáa bíðilistan burtur.
Eyðgunn væntar, at listin verður burtur í seinasta lagi við árslok í ár, um alt gongur, sum tað gongur nú. Hon sigur, at tað verður arbeitt við ymsum uppskotum, sum hon tó ikki vil út við enn, men um hesi koma í gjøgnum, so verður tað bert tann lítli realistiski bíðilistin við árslok.