? Tað er ikki rætt, at tað skal vera landskassans lutur at javna ójavnan millum fastlønt og tímalønt.
Hetta er ein av grundgevingunum hjá merilutanum í trivnaðarnevndini fyri at mæla tinginum frá at taka undir við uppskotinum frá andstøðuni, um at broyta dagpeningaskipanina fyri tímalønt.
Tað eru Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum, sum saman við Rúnu Sivertsen og Jóanisi Nielsen úr Fólkaflokkinum mæla tinginum frá at taka undir við uppskotinum.
Sett arbeiðsbólk
Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen taka ikki undir við uppskotinum vísandi til, at landsstýrið 22. mai 1998 setti ein arbeiðsbólk at endurskoða dagpeningalógina. Eisini vísa tey á, at landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, er samd við samgongulimunum í trivnaðarnevndini um, at arbeiðsbólkurin ger arbeiði sítt liðugt, soleiðis, at nýggj dagpeningalóg kann leggjast fyri samgonguna. Somuleiðis skal hetta føra til, at nýtt uppskot til dagpeningalóg verður lagt fyri løgtingið í verandi tingsetu.
Arbeiðsgevarin skal gjalda
Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal siga, at Tjóðveldisflokkurin ásannar ójavnan millum tímalønt og fastlønt á karensdagaøkinum. Men flokkurin heldur tað ikki vera rætt, at tað einans verður landskassans lutur at javna hendan ójavna.
Teir siga, at Tjóðveldisflokkurin tvíheldur um, at arbeiðsmarknaðurin eigur at fáa ábyrgd á karensdagaøkinum. Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal siga hesa áskoðan vera í tráð við tær skipanir, sum eru í øllum hinum norðanlondunum. Tískil harmar tað Tjóðveldisflokkin, at tað ikki skal bera til at finna eina semju millum samgonguflokkarnar í trivnaðarnevndini um, hvør skal hava ábyrgdina á karensdagaøkinum.
Tjóðveldisflokkurin sigur, at tann arbeiðsbólkurin, ið Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen vísa á, skal fáa frið at gera sítt arbeiði liðugt. Men kemur hann til eina loysn, ið ikki er nøktandi fyri Tjóðveldisflokkin, fer flokkurin framhaldandi at arbeiða fyri at finna eina loysn í samsvari við hugburð floksins í hesum máli.
Mismunur
Andstøðulimirnir í trivnaðarnevndini, Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum og Marjus Dam úr Sambandsflokkinum taka undir við uppskotinum og vísa á, at støðan, sum nú valdar, er bæði ótolandi og órættvís. Tey fastløntu fáa nevniliga dagpening frá fyrsta sjúkradegi. Tískil halda teir, at løgtingið nú má rætta hetta misbrot og lóggeva soleiðis, at allir løntakarar - fastløntir eins og tímaløntir - verða settir líka fyri lógini.
Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam halda, at løgtingið sjálvsagt, samstundis sum karensdagalógin hjá teimum fastløntu varð tikin av, átti at ásett við lóg somu rættindi fyri tímalønt. Teir vísa á, at av tí, at einki uppskot kom frá landsstýrinum um hetta, settu teir beinanvegin broytingaruppskotið til dagpeningaskipanina fram.
? Løgtingið eigur at taka sína ábyrgd av hesum máli upp á seg og syrgja fyri, at tann ójavni, sum løgtingið sjálvt hevur ásett at vera millum fastløntar og tímaløntar løntakarar, verður beindur burtur, siga teir.
Lógarmál
Tjóðveldisflokkurin heldur, sum áður nevnt, at málið um sjúkradagar eigur at vera eitt samráðingarmál millum løntakarar og arbeiðsgevarar, og ikki eitt lógarmál. Men hesum eru andstøðulimirnir í trivnaðarnevndini ikki samdir í. Teir vísa á, at sjúkradagpeningalógin fevnir um allar sjúkradagar, teir báðar fyrstu eins væl og hinar, hóast hon avmarkar endurgjaldið við tveimum karensdøgum.
Sostatt eru teir sannførdir um, at talan er um eitt lógarmál, og tískil kunnu teir báðir karensdagarnir einans verða tiknir av við lóg.
Tó vísa andstøðulimirnir á, at hetta ikki forðar fyri, at uppskot seinni kemur fram, sum miðar eftir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu luttaka í fíggingini av sjúkradagpeningaskipanini.
Andstøðulimirnir føra fram, at eftir samráð við bæði løntakarafeløgini og arbeiðsgevararnar er púra greitt, at hesir báðir partar krevja, at málið verður loyst sum eitt lógarmál. Báðir partar vilja undir ongum umstøðum taka undir við, at málið er eitt samráðingarmál hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at taka upp í úrtíð. Teir vísa á, at eftir tógvið strið vórðu nýggir tvey ára sáttmálar gjørdir fyrr í ár. Og tískil kemur tað ikki upp á tal at fara undir nýtt og hart stríð um eitt nýtt og so víttfevnandi mál, sum dagpeningalógina, í sáttmálaskeiðnum.










