Dagmar Joensen sett sum samskipari hjá Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnufelagið hevur sett Dagmar Joensen í Miðvági sum samskipara - fyribils í seks mánaðir. Sum liður í menningini av føroyskari ferðavinnu hevur Ferðavinnufelagið sett Dagmar Joensen í starv sum samskipara hjá Ferðavinnufelagnum. Starvið er fyribils í seks mánaðir.

Dagmar hevur drúgvar royndir innan føroyskt vinnulív og hevur seinastu árini búð í London. Har hevur hon m.a. lisið altjóða ferðavinnu og tikið ein MSc í verkætlanarleiðslu. Hon hevur verið virkin í ymiskum verkætlanum á universitetinum og arbeiðir fram til 21. juli á Cumberland School Sports College.

Leingi hevur verið tosað um at menna føroyska ferðavinnu, og ikki minst hevur verið spurt eftir einum meira skipaðum arbeiðið frá teimum privatu vinnurekandi.

Ferðavinnufelagið bleiv stovnað fyri hálvumøðrum ári síðan til tess at fáa skipað arbeiðið betur. Ferðavinnufelagið bleiv limur í Vinnuhúsinum, og felagið er mannað av fimm nevndarlimum sum allir umboða ymiskar ferðavinnugreinir.

Dagmar skal arbeiða við trimum verkætlanum, umframt at taka upp mál sum hava áhuga fyri føroyska ferðavinnu og limirnir í Vinnuhúsinum.

- Dagmar hevur tann rætta profilin, og drúgvu royndir hennara innan føroyskt vinnulív fara avgjørt at koma føroyskari ferðavinnu til góðar. Føroysk ferðavinna og limirnir í Ferðavinnufelagnum hava leingi sóknast eftir einari meira skipaðari tilgongd til átrokandi mál so sum hagtalsyvirlit, kortlegging av øllum ferðavinnuaktørunum og øðrum. Vit eru fegin um at Dagmar hevur tikið av at hjálpa okkum við at menna føroyska ferðavinnu, sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Ferðavinnufelagnum.