Dagmar fekk váttan fyri fíggingini

Fyrrverandi nevndarformaðurin í Faroe Seafood vil ikki hava sitandi á sær, at Dagmar S. Joensen í sínum skrivi sigur, at teirra boð upp á Fiskasøluna ikki hevði hald í veruleikanum

Dagmar-málið

- Tað er tann svartasta lygn, tá Dagmar Joensen staðfestir, at fíggingin til ætlaða keypið av Fiskasøluni ikki var í lagi.
Soleiðis sigur Hákun Steingrímsson, táverandi nevndarformaður, sum saman við øðrum á Fiskasøluni gjørdi eina roynd at keypa virkið á heysti 2004.
Í brævinum, sum Dagmar S. Joensen tann 10. apríl sendi løgmanni, verður millum annað ført fram, at talan ikki var um verulig boð, sum komu upp á Fiskasøluna og Fiskavirking.
Eitt brot í drúgvu frágreiðinigi ljóðar soleiðis:
»Hvussu nógvur eginpeningur er aftanfyri ella um fígging, spyr eingin. Men síðani tá hava Bjarni Djorholm, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariassen, fjølmiðlar og onnur endurtikið hesi sokallaðu boð, lagt afturat og drigið frá eini herferð móti nevndini í Framtaksgrunninum, og tí sølutilgongd nevndin setti í verk samsvarandi leiðreglunum hjá Føroya Landsstýri«9

Dagmar átti sjálv orðingina
Men hetta vil fyrrverandi nevndarformaðurin ikki hava sitandi á sær.
 Vit fingu brádliga at vita, at ætlanin var at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman. Sjálvir hildu vit tað vera skilabetri, um Fiskasølan varð rikin fyri seg, og tí løgdu vit eitt boð inn.
- Fíggingin til hetta mátti fáast til vega yvir eitt vikuskifti, men vit megnaðu so at skava nakað saman, og tí fóru vit á fund við grunnin.
- Og tað einasta, sum vit her fingu at vita, var, at okkara boð var ov lágt.
- Vit spurdu enntá eisini Dagmar, um hon var nøgd við dokumenteraðu fíggingina. Tað var hon partvíst, men hon vildi ynskt, at okkurt varð øðrvísi formulerað. Tí ringdu vit í bankan, soleiðis at Dagmar Joensen sjálv slapp at diktera, hvat skuldi standa í brævinum, og fáar minuttir seinni hevði hon brævið. So tað er als ikki í tráð við veruleikan, tá hon fleiri ferðir í sínum skrivi endurtekur, at fíggingin hjá okkum ikki var í lagi. Hon var í lagi, og tað páhaldið kann dokumenterast, slær Hákun Steingrímsson fast.

Skuldi forða samanlegging
Í skrivi sínum til løgmann sigur Dagmar S. Joensen, at hetta »boðið« saman við »boðnum« upp á Fiskavirking høvdu eitt greitt sikti  at forða fyri eini samanlegging.
Boðið hjá leiðsluni á Fiskasøluni fyri virkið var um 45 mió kr. Boðið, sum ein bólkur av reiðarum gav upp á Fiskavirking, var tá um 115 mió kr. Boðini vórðu tó vrakað, og samanleggingin gjøgnumførd. Í vár seldi Framtaksgrunnurin 68% av samanlagda Faroe Seafood. Keypspeningurin fyri hesi 68% var um 75 mío kr.