Daglig rørsla fyribyrgir krabbameini

Heilsa Tað kann gera so góðan mun at røra seg ein hálvan tíma um dagin, at vandin fyri at fáa krabbamein minkar munandi. Tað sigur heimsheilsustovnurin WHO og vísir á, at rørsla í 150 minuttir um vikuna kundi fyribyrgt einum fjórðingi av tilburðunum av bróstkrabba og krabbameini í tjúkktarminum.

- Tað ber til at fyribyrgja krabbameini, og tað eru fleiri sløg av krabbasjúku, sum vit kunnu sleppa undan. Kortini kunnu vit rokna við, at annarhvør okkara fær okkurt slag av krabbameini, og vandin veksur við aldri­num, sigur Eduardo Cazap, sum stendur á odda fyri Union of International Can­cer Control (UICC). Hann hevur verið við til at skriva frágreiðingina hjá WHO, sum varð almannakunngjørd í síðstu viku.
Rørsla hevur stóran týdn­ing, tá tað ræður um at fyri­byrgja krabbameini, men mat­vanan, drykkjuvanar og royking hava eisini nógv at siga, stendur í frágreiðingini hjá. Sagt verður, at um øll ótu sunnan mat, drkku minni alkohol og rørdu seg meiri kundu vit sloppið undan triðja hvørjum krabbameinstilburði.
Í Bretlandi og USA verður mett, at tað hevði borið til at sloppið undan 40 prosentum av øllum tilburðunum av bróstkrabba, um kvinnurnar høvdu broytt lívsstíl.
- Tað er harmiligt, at fólk skulu doyggja av krabbameini í 2011, sum tey kundu sloppið undan, bara tey ansa betur eftir vektini. eta sunnari mat og røra seg meiri, sigur Martin Wisemann, sum eisini hevur verið við til at skriva ta nýggju frágreiðingina.

Rakar milliónir
Hagtøl hjá heimsheilsu­stovn­inum vísa, at bara í Kina hevði tað borið til at sloppið undan 620.000 tilburðum ella 27 prosentum. Í USA kundu 35 prosent ella 340.000 sloppið undan sjúkuni, og í Bretlandi kundu tilburðirnir verið 79.000 færri ella 37 prosent.
Krabbamein er í dag ein tann mest vanliga deyðs­or­søkin í heiminum. Hag­tølini vísa, at á hvørjum ári fáa 12,7 milliónir fólk at vita, at tey hava krabbamein, og 7,6 milliónir doyggja.
International Agency for Research on Cancer (IARC) sigur í einari meting um gongd­ina í komandi árum, at í 2030 fer krabbamein av krevja 12,7 milliónir mannalív, um fólk ikki leggja seg eftir at eta betri mat og at liva eitt sunnari lív.

Eisini børnini
Kanningar hjá WHO vísa, at 31 prosent av heimsins íbúgvum røra seg ov lítið, og at á hvørjum ári kundu fleiri hundraðtúsund mannalív verið spard, um fólk fylgdu teimum ráðunum, sum tey fáa.
WHO sigur, at tað er eisini umráðandi, at børn røra seg. Børn og ung undir 17 ár eiga at røra seg nógv minst ein tíma um dagin. Gera tey tað, er munandi minni vandi fyri, at tey fáa ymsar sjúkur so sum krabbamein seinni í lívinum.
Børn skulu sostatt røra seg meiri enn tey vaksnu, tí rørslutørvurin hjá børnunum er tvær ferðir størri enn hjá teimum vaksnu, sigur WHO.