Dagføring: Ásbjørn hevur lagt eina plan til dystin

Fjepparaætlan undir dystinum í kvøld

- Okkara góði fjeppari við trummuni, Ásbjørn Nattestad, hevur gjørt eina ætlan fyri dystin í dag, so vit kunnu skapa ein fantastiskan heimavøll í Mercedes Benz Arena í kvøld, skrivar Hondbóltsdambandið  

 

Skrá

 

  • Tá ið spælararnir verða róptir inn, og ljósið sløknar, tendra vit øll ljósið á telefonini.

  • Tá ið Føroyar skorar málr nr. 1, 10, 20 og vónandi 30, halda vit øll merkið upp, sum er á klapparinum, ið fæst til upphitingina.

  • Tá ið klokkan vísir 15:00, syngja vit øll "Lívsmynd"

 

Tekstur:

 

Enn eri eg ungur

 

Og enn í góðum lag,

 

Mær tørvar einki føðibræv

 

Til at prógva tað.

 

Eg minnist ei mín barnadóp

 

Og mína grulvutíð;

 

Nú eri eg nóg vaksin

 

Til at skilja hvat og hví.

 

--------

 

 

Eg vil elska, eg vil syngja,

 

Eg vil fevna kærleikan,

 

Eg vil leita til tey støð,

 

Har eg finni sanleikan.

 

--------

 

Lívið er mítt listarverk,

 

Eg máli jú hvønn dag;

 

Um eg fylli hundrað ár,

 

Ei liðugt verður tað.

 

Vónin er at myndin mín

 

Ein mildan skugga fær,

 

Tá fólk úr øllum heiminum

 

Frælsið ogna sær.

 

--------

 

Eg vil elska, eg vil liva,

 

Eg vil syngja friðarlag

 

Saman við so mongum menniskjum,

 

Sum altíð vilja tað...

 

Vilja gráta, vilja flenna,

 

Ynskja frið í heiminum,

 

Og við álit' á hvønn annan

 

Læra mangt av lívinum.

 

--------

 

Lalalalala...... 

 

 

 

  • Tá ið klokkan vísir 31:00, syngja vit øll "Fagra blóma"

 

Tekstur:

 

Fagra blóma, tú sum prýðir

 

Fjallatindar, berg og skørð

 

Bø og ong og grønar líðir

 

Hvat er fagrari á jørð?

 

--------

Eina blómu tó eg kenni,

 

Fagrast hon av øllum er,

 

Sjálvt ei rósan líkist henni:

 

Tað er hon, eg valdi mær.

 

--------

 

Blómur spretta móti vári,

 

Følna, tá ið heystið er.

 

Mín hon blóma man alt árið,

 

Um so kalt og kavi er.

 

--------

 

Einaferð hon bert kann blóma,

 

Følnar hon, eg følni við.

 

Fylgja skal eg blómu míni

 

Til tann síðsta hvíldarfrið.

 

--------

 

Einaferð hon bert kann blóma,

 

Følnar hon, eg følni við.

 

Fylgja skal eg blómu míni

 

Til tann síðsta hvíldarfrið

 

 

 

Til tann síðsta hvíldarfrið

 

 

 

 

 

  • Tá ið klokkan vísir 59:00, syngja vit øll fyrsta ørindi av "Tú alfagra land mítt"

 

 

 

Tekstur:

 

Tú alfagra land mítt,

 

mín dýrasta ogn!

 

á vetri so randhvítt,

 

á sumri við logn,

 

tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.

 

Tit oyggjar so mætar,

 

Guð signi tað navn,

 

sum menn tykkum góvu,

 

tá teir tykkum sóu.

 

Ja, Guð signi Føroyar,

 

mítt land!

 

--------

 

Koyr á Føroyar!