Klaksvíkar kommuna hevur seinasta árið dagført flestu spælipláss í býnum.
- Nýliga varð nýggi sparkivøllurin við Mylnutún tikin í nýtslu, og nú er spæliplássið við Kráargøtu klárt til grannalagið í økinum.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at spæliplássið er á 484 fermetrar, og kommunan vónar, at vitjandi fara at fáa gleði av dagføringini.
- Økið er nú sera snøgt og hugnaligt, og góðir parkeringsmøguleikar eru eisini raðfestir í samband við dagføringina, verður lagt aftrat.