Dagfinn Joensen og hinir í rockbólkinum Fate hava aftur verið í studio, og um ein góðan mánað geva teir nýggja fløgu út.
Fate er danskur rockbólkur, sum gav fleiri plátur út í 1980’unum og sum hittaði við sanginum Lovers. Bólkurin hevði steðg í meira enn 10 ár frá 1993, men síðani 2004 hava teir aftur verið virknir við bæði framførslum og útgávum. Seinastu árini hevur Dagfinn Joensen úr Funningsfirði verið sangari í bólkinum, og hann hevur verið við á einari útgávu hjá bólkinum.
Fate hevur í summar gjørt upptøkur til nýggja fløgu, og upptøkurnar eru nú lidnar. Jacob Hansen, sum er virdur framleiðari av rocktónleiki, hevur tikið upp og ljóðblandað.
12 sangir eru á útgávuni If Not For The Devil, sum kemur út 22. november. Útgávuveitsla verður á staðnum High Voltage í Keypmannahavn sama kvøld.
- Tónleikurin er í sama stíli sum undanfarna fløga, men eg vil siga, at hesaferð virkar tað meira sum ein heilstoypt fløga hjá einum samanspældum bólki. Tá ið vit góvu seinastu fløguna út, vóru fleiri sangir skrivaðir, áðrenn eg var komin upp í bólkin, og gittarspælarin kom upp í beint áðrenn, vit fóru í studio, sigur Dagfinn Joensen.
- Hesaferð hevur gittarspælarin Torben Enevoldsen verið meira við í sangskrivingini, og tað hoyrist aftur. Sangirnir hava eitt harðari gittarljóð, teir eru ikki so daprir sum summir á undanfarnu fløgu, og tað er meira variatión í tempo.
Dagfinn Joensen, sum arbeiðir og spælir tónleik í Danmark, hevur verið sangari í Fate seinastu fýra árini, og hann sigur seg stórtrívast í bólkinum.
Her ber til at hoyra brot frá nýggju fløguni:
https://www.youtube.com/watch?feature=player_embedded&v=S_j9jmSjUqA