Danski rockbólkurin Fate, sum serliga var virkin í áttatiárunum, hevur givið nýggja fløgu út. Bólkurin fann saman aftur fyri nøkrum árum síðani, eftir at teir høvdu hildið langan steðg. Og nýggjur sangari í bólkinum er føroyingurin Dagfinn Joensen, sum eisini hevur verið sangari í bólkunum Fluffy Toys og Eager To Please herheima.
Dagfinn hitti tónleikara úr Fate á eini konsert, har Dagfinn sjálvur sang, og tá var fyrsta sambandið skapt millum tónleikarar úr Fate og føroyingin. Teir í Fate vóru áhugaðir í at fáa Dagfinn upp í bólkin, og seinastu árini hevur Dagfinn verið partur av danska rockbólkinum.
Bólkurin Fate var stovnaður í 1984, og teir góvu fleiri plátur út í 80’unum. Helst kendasti sangurin hjá teimum er Lovers.
Dagfinn fær rós
Síðani útgávuna fyri sløkum tveimum vikum síðani, hava fleiri internetsíður ummælt og viðmælt fløguna hjá Fate, Ghosts From The Past.
Ummælarin hjá Rushonrock heldur, at Fate hevur útgivið eina frálíka rockfløgu, sum er eitt sannførandi comeback hjá bólkinum. Ummælarin rósar ikki minst føroyska sangaranum í bólkinum.
- Føroyingurin Dagfinn Joensen hevur sína lívs framførslu á útgávuni, skrivar ummælarin.
Heimasíðan AOR Heaven hevur hesa vikuna útgávuna hjá Fate ovast á listanum yvir fløgur, sum tey viðmæla rockáhugaðum at keypa.
- Framúr fløga frá legendariska danska rockbólkinum. Teir bjóða eitt gott bland av fangandi, melodiøsum rocktónleiki og klassiskum hard rocki og eitt sindur av metalli, skrivar AOR Heaven um útgávuna hjá Fate.
Nýggja fløgan hjá Fate fæst eisini til keyps hjá Tutl í Havn.